Hetta er øgiliga provokerandi

Og vit halda, at nú má hetta steðgast, og síðsta orðið í hesum máli er ikki sagt enn

 

Framferðin hjá føroysku bankunum er øgiliga provokerandi og nú má okkurt henda. Tað sigur Annita á Fríðriksmørk, forkvinna fyri Tjóðveldi á tingi við Rás2.

 

Hóast landsstýrið og bankarnir í mars í ár gjørdu avtalu um at bíða við NemID, til ein óheft kanning var gjørd, bendir hvørki á, at bankarnir bíða, ella at nøkur kanning er ávegis.

 

Tvørturímóti eru tað mong, sum hava kensluna av, at bankarnir royna at trýsta viðskiftafólk íNemId. Í hesum sambandi verður er tað vorðið tvørligari at sleppa inn í gamla heimabankan.

 

Tað nýggjasta er, at frá hálvum november ber ikki longur til hjá fólki at brúka teldil til heimabankan, uttan at tey fáa sær NemID.

 

Henda framferðin hjá bankunum hevur nú fingið Tjóðveldi at taka málið upp, og í gjár hevði tingmanningin fund um støðuna við NemID og bankunum.

 

Annita á Fríðriksmørk sigur, at bæði Tjóðveldi og samgongan hava sett sær fyri at royna at flyta netbankan aftur í føroyskar hendur.

 

- KT vinnan var ein stoltleiki í føroyska búskapinum, og tað, sum bankarnir gera, er at bróta hana niður og vit halda, at tað má halda uppat.

 

- Vit hava sæð, hvussu føroyska KT vinnan spakiliga er blødd burtur og tann gongdin má vendast, áðrenn tað er ov seint. Tí skal netbankin, og aðrar KT skipanir, verða verandi í Føroyum

 

Hon vísir á, at avtala varð gjørd við bankarnar um at steðga á við at leggja alt yvir til NemID.

 

- Tað tykist øgiliga provokerandi, at bankarnir nú ikki virða avtaluna, sum er gjørd, men trýsta fólk í eina skipan, tey ikki vilja vera í, og sum politiski myndugleikin ikki er sinnað at brúka.

 

- Tað sær út til at bankarnir royna at trýsta viðskiftafólkini upp í NemID, tí annars fáa tey ikki atgongd til netbankan og nú á døgum kann ongin vera til uttan at sleppa at brúka netbankan.

 

- Her má okkurt henda, staðfestir Annita á Fríðriksmørk.

 

Hon hevur varhugan av, at bankarnir bara gingu við til avtaluna í vár um at steðga við NemID fyri at keypa sær frið.

 

- Tað kann ikki góðtakast, heldur forkvinnan fyri Tjóðveldi á tingi.

 

Hon ásannar, at sjálvandi skulu bankarnir hava frælsi til at virka. Men tá ið teir misbrúka frælsið til at gera beint øvugt av tí, politiski viljin er, tykist framferðin hjá bankunum at vera óneyðuga provokerandi.

 

- Og tað haldi eg, at vit mugu steðga og síðsta orðið í hesum máli er ikki sagt enn, sigur Annita á Fríðriksmørk við Rás2.