Hetta er ógvuliga positivt og tað sigur, mær, at politikarar meintu tað teir søgdu.
Tað sigur Elin Winther Poulsen, sum samskipar átakið hjá Almannamálaráðnum ímóti harðskapi í familjum.
Á vári í 2013 samtykti Løgtingið einmælt, at landsstýrið vit skuldu hava eina heildarætlan um kynsligan ágang og í vár legði landsstýriskvinnan í almannamálum eina frágreiðing um eina heildarætlan løgd fram. Tá ið løgtingið hevði aðalorðaskifti ætlanina, har serliga verður hugsað um kynsligan ágang ímóti børnum, var semja um, at hon eigur at verða sett í verk.
Viðhvørt er langt ímillum orð og gerður, men nú nýggja CEF samgongan varð skipað, hevur hon sett sær fyri at seta ætlanina í verk
- Heildarætlan um kynsligan ágang verður sett í verk, stendur í arbeiðsætlanini hjá nýggju samgonguni.
-Tað er rættiliga positivt, at hetta er komið í samgonguskjalið, tí tað vísir, at politikarar meina tað, teir søgdu.
Talan er um eina trý ára ætlan, sum gongur frá 2016 til 2018, og sum tilsamans kostar 4,.8 milliónir.
Tilsamans verður mælt til at seta átta tiltøk í verk og fyrsta tiltakið, sum mælt verður til at seta í verk, er at bjóða vaksnum fólki, sum hava seinárin av kynsligum ágangi í barnaárunum, ókeypis sálarfrøðiliga hjálp. Hetta er eitt tiltak, sum kostar eina millión um árið.
Samstundis skulu tey, sum hava framt kynsligan ágang hava tilboð um viðgerð og tað kostar 120.000 krónur um árið.
Eisini skulu almenn kunningarátøk setast í verk, spurningurin um kynsligan ágang á internetinum skal takast upp, og stovnar og skúlar skulu hava eina tilbúgvingar ætlan fyri, hvussu farast skal fram, táið mál um kynsligan ágang, taka seg upp.
- Og somuleiðis skulu serlig átøk setast í verk fyri stovnar, skúlar, ítróttarfelagsskapir, sunnudagsskúlar, og onnur, sum hava við børn at gera.
Hóast talan er um eina trý ára ætlan, liggur í kortunum, at tey átøk, sum mælt verður til at seta í verk, ikki enda í 2018, men at tey halda fram.