Beduintjaldið: Beduintjaldið er ætlað festivalgestum at sleingja seg í og slappa av í. Her vera sofur, teppi, arabiskar pútur - ja, rætt og slætt góður stílur og lekkur tónleikur. Tað er danska kollektivið Art Detours, sum eisini vitjaðu G! í fjør, sum aftur í ár seta sín dám á festivalökið - eitt nú við at standa fyri Beduintjaldinum.
Karmakanón: G! Festivalurin hevur í ár fingið fatur á eini umbygdari Christiania-súkklu, ið er riggað soleiðis til, at hon virkar sum ein sjálvdrivin ljóðpallur, ið kann ferðast runt á festivalinum. Mannað við hugagóðum og dugnaligum diskarum fer tað mobila anleggið at veita tónleik til nýggja Beduintjaldið og restina av festival- og tjaldingarökinum.
Sauna: Sjálvt hugtakið við sauna er ikki nýtt á G! Hinvegin er hetta fyrstu ferð, at teirra egna sauna verður nýtt. Samtakið handan G! festivalin hevur nevniliga valt at byggja sítt egna sauna úr viði í mun til tjald, sum tað hevur verið undanfarin ár. Hitahjallur er navnið á sauna’inum.
M/S Thorshavn: Nógv hevur verið skrivað í miðlunum um M/S Thorshavn, sum skal fungera sum matstova á G! festivalinum. Tað er ikki uttan orsøk, tí hetta er eisini heilt serstakt. Einasti háttur at koma inn á matstovuna er við at brúka árabát. Áarstova stendur fyri matgerðini umborð á træskipinum.
Festivalkirkja: Festivalkirkjan hevur verið á G! áður, men hevur ligið still í nøkur ár. Nú hava Maria Jörðdal Niclasen, Theodor Eli Dam Olsen, Arni Zachariassen og onnur tikið stig til at festivalkirkja aftur verður á G!. Í kirkjuni verða umstøður til at taka sær av løttum eina løtu við kaffi, køku og fótatvátti. Harumframt verður møguleiki fyri samtalu í trúnaði við prestar og onnur, ið fara at vera í kirkjuni. Festivalkirkjan heldur til í hoyggjhúsinum á Dunga.










