Hetta er nýggi spælarin hjá AB

Franco er enn í felagnum og er ikki sendur av landinum

AB hevði sunnudagin ein nýggjan spælara í hópinum. Talan er um 20 ára gamla Robbie Azodo, sum hevur spælt við finska U19-landsliðnum.

 

- Herfyri hildu vit, at finski Fahad Mohammed fór at vera seinasta útlendska ískoytið til okkara hóp, men ein møguleiki stakk seg upp, ið felagið valdi at taka av. Nýggjasti AB-spælarin eitur Robbie Azodo, sum er 20 ára gamal og eisini úr Finnlandi, skrivar AB og leggur afturat:

 

- Robbie er ein spælari, ið spælir úti á vongplássunum. Fyrst og fremst hevur hann eina øgiliga renniferð, og hetta bleiv eisini varnast í vikuskiftinum, tá ið Robbie varð innskiftur eftir 68 minuttir í dystinum ímóti 07 Vestur. Harumframt hevur kviki vongurin spælt ein U19-landsdyst fyri Finnland. Hann hevur seinast spælt í næstbestu finsku deildini við HJK Klubi 04, sum er eykaliðið hjá finska stórfelagnum, HJK Helsinki.

 

Í gjár skrivaði In.fo, at AB hevur sent 21 ára gamla argentinan Franco Burset heim, men tað passar ikki heilt. Sum skilst, so verður arbeitt við at finna honum aðrar møguleikar, tí útlitini fyri spælitíð eru minkaði.