– Hetta er ikki so einfalt, sum tað ljóðar. Tað kann hava nakrar fyrimunir, men tað hevur eisini nakrar vansar við sær.
Tað sigur Heðin Mortensen, býráðslimur hjá Javnaðarflokkinum, sum eisini var borgarstjóri í Havn í samfull 12 ár.
Nú um vikuskiftið hevur Sosialurin eina samrøðu við Annfinn Brekkstein, býráðslim hjá Sambandsflokkinum í Havn, har hann heldur, at arbeiðsbyrðan hjá býráðslimum í Havn er nú so stór, at tað einasta rætta er at hava fleiri politikarar í býráðnum í føstum starvi.
Annfinn Brekkstein sigur við Sosialin, at hann kundi hugsað sær, at tað verður ein yvirborgarstjóri og so tríggir aðrir borgarstjórar, har meirilutin fær tveir og minnilutin ein.
Men Heðin Mortensen heldur, at hetta er eitt nokk so ógvusligt stig at taka, tí skulu vit hava fleiri borgarstjórar, ella fastløntar borgarstjórar, verður tað eisini nógv dýrari. Eitt er, at teir skulu hava løn, men teir skulu eisini hava eina umsiting.
– Og hvat skulu allir hinir býráðslimirnir so gera, spyr Heðin Mortensen.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat royndasti býráðspolitikari í Havn heldur um uppskotið um at seta fleiri politikarar í fast starv á Vaglinum.
Trýst eisini HER og les, hvat núverandi borgarstjórin, Annika Olsen, heldur um málið.
Les eisini meiri um hetta í Sosialinum nú um vikuskiftið.