Jóhan Petur á Stongum
Hvussu ber tað til at tit eru so røsk til flogbólt í Sørvági?
- Vit hava havt eitt rimmar ungdómsarbeiði, tey seinastu árini, og hetta sæst aftur í dag, sigur Jóhan Petur, ið vísur á at miðalaldurin er bert á leið 19 ár, har tann elsta er 23 ár. Hjá monnunum er Jón Nielsen 27 ár, og so er langt niður til tann næsta, so framtíðin sær bjørt út hjá báðum liðum, sigur hann endaliga.
Var tað tann rætti vinnarin, ið vann FM?
- Ja eg haldi heilt víst, at SÍ er tann rætti vinnarin. Vit kiksaðu totalt í steypafinaluni, og við dirvi og áræði kempaðu vit okkum til sigurs í dag. Vit vístu at vit eru besta flogbóltslið í landinum, sigur Jóhan Petur á Stongum, venjari hjá SÍ-kvinnunum og leikari á mansliðnum hjá SÍ, ið vann greipuna í ár.










