Hetta er nakað nýtt

Við sjampanju og kransakøku var skjøtil settur á nýggju flogrutuna hjá Atlantsflogi úr Kastrup til Perugia í økinum Umbria í Mið-Italia. Ein flogtúrur upp á umleið hálvan triðja tíma, har ongin "catering"er á ferðini. - Hetta er nakað, sum vit ikki hava roynt áður, siga flogternurnar

Ávegis til Perugia:
Umleið fimti ferðafólk eru við flúgvaranum hjá Atlantsflogi á hesum fyrsta túrinum til Perugia. Flogternurnar eru tríggjar í tali, og tey hava ikki so nógv um at vera, sum vanligt er á flogrutum hjá Atlantsflogi.
Hetta kemur fyrst og fremst av, at tey ikki servera mat á ferðini. Og harafturat selja tey ikki tollfrítt.
- Hetta er heilt øðrvísi enn tað, sum vit eru von við, siga tey.
Á ferðini verður tó kaffi, te, vatn og djús givið ferðafólkunum, og um tey vilja hava okkurt annað, so ber tað eisini til, men tá skulu tey gjalda fyri tað.
- Tað kennist nakað løgið at skula taka pening frá teimum, men tað er helst bara tí, at vit ikki hava roynt hetta áður, sigur ein av flogternunum, meðan hon fyllir á vognin.
Hetta ger samstundis tað, at tíðin fyri flogternurnar kann fella eitt sindur long, tí tey eru jú von við, at ferð er á allatíðina, meðan flogið verður.
Sjálvi vita tey ikki so øgiliga nógv um økið, ið flogið verður til, men tey eru samd um, at hetta er nakað øgiliga spennandi.

Tvørrandi samskifti
Eitt sum er at finnast at í sambandi við hesa nýggju rutuna hjá Atlantsflogi er, at um ein ætlar sær at nýta rutuna, so má ein úr Føroyum dagin fyri og yvirnátta í Keypmannahavn.
Hetta kemur av, at Atlantsflog flýgur úr Føroyum klokkan 11 og lendir í Kastrup um hálvgum trýtíðina danska tíð, men hin flúgvarin fer úr Kastrup til Perugia klokkan 14. Sostatt er talan um ein hálvan tíma á muni.
Umboð fyri FlyPlus, sum er samstarvspartnarin hjá Atlantsflogi á hesari rutuni, ásannar, at hetta er ein býttur trupulleiki, men sigur tó, at tað uttan iva fer at bera til at gera nakað við hetta.
? Hetta er kanska eitt klassiskt dømi upp á tvørrandi samskifti, sigur umboðið fyri FlyPlus.
Men her skal tó sigast, at í einum tilboði upp á eina ferð til Umbria í mai, verður lýst við, at flogið verður til Perugia sama dag, sum flogið verður úr Føroyum, og er her hetta helst eitt dømi uppá, at tað verður gjørt nakað við hendan lítla trupulleikan.

Perugia floghavn
Nú nærkast til lending, og alt er avruddað. Nakað av rumbli hevur verið á ferðini, men kortini ikki nakað, sum órógvaði ferðafólkini yvirhøvur.
Flogfarið lendir í øllum góðum á flogvøllinum í Perugia, og tað kennist næstan sum ein er komin til Føroya.
Ein trappa verður sett til flogfarið og so ganga ferðafólkini frá flogfarinum til móttøkuhølið á flogvøllinum. Størsti munurin er tó lýkkan í veðrinum. Eini 18 stig, og sólin hevur hug at skína.
Ein lítil flogvøllur, sum ikki er stórt annaðleiðis enn Vága Floghavn. Ein løta gongur, áðrenn viðførið er fingið til høldar, og júst sum heima í Føroyum, kunnu ferðafólk standa og hyggja at, meðan viðførið verður tikið úr flogfarinum og koyrt í vognarnar.
Tá fólk hava fingið teirra viðføri, fara tey hagar tey skulu. Ferðalagið hjá okkum bíðar tó eftir einum bussi, sum skal koyra okkum til Perugia, har vit skulu búgva í nakrar dagar. Fyri framman liggja nakrir spennandi og áhugaverdir dagar, har vit skulu vitja ymsar býir og kend støð í Umbria.
Og meðan vit gera okkum tilreiðar at fara í bussin, bunkrar flogfarið hjá Atlantsflogi, og flogternurnar gera flogfarið klárt til at flúgva aftur til Kastrup við umleið sjeyti ferðafólkum.