Hetta er nakað eg bara havi droymt um

Tað var ein fegin Jørgen Niclasen, ið vit fingu orð á, í útvarpshøllini aftaná formansumfarið í Kringvarpinum, aftaná at Fólkaflokkurin fekk 24,5 prosent av atkvøðunum.

- Úrslitið í kvøld er ein dreymur. Eg havi gjøgnum valið hugsa at vit fáa 7, men ivast í nummar 8. Hetta er størsta atkvøðutal hjá Fólkaflokkinum nakrantíð og besta val í prosentum síðan 1945. Hetta er nakað eg bara havi droymt um.

Men hóast hann er formaður í størsta flokkinum vil hann ikki seta krav á løgmanssessin enn.

- Eg taki eitt ting í senn. Fyrst var at vinna valið, síðan sleppa í samgongu, harnæst samgonguskjal og so fara vit at tosa um sessir, sigur Jørgen Niclasen.

Og møguleikin fyri samgongu eru góðir, nú andstøðan hevur vunnið meirilutan á valinum í kvøld. Og nógv bendir á, at flokkarnir fara at tosa saman.

- Formenninir í andstøðuflokkunum hava tosað um at sláa høvdini sama og tosa, so tað vænti eg vit gera. Men í prinsippinum liggur samráðingarrætturin hjá løgmanni, men hann hevur mist meirilutan og harvið eisini mandatið. Hann vil kortini ikki fylgja tí sum er púra logiskt og siga samráðingarrættin frá sær, men tað forðar ikki okkum at tosa saman.