Havaliringurin A, sum hann verður róptur, er nú komin upp á pláss við Vengsøya í Troms. Aliringurin er gjørdur til at tola 13 metrar høga aldu. Mynd: NRS (Norway Royal Salmon)

Hetta er næsta stigið í alingini

Nýggi aliringurin, sum er úr stáli, skal brúkast í harðbalnum økjum, har vanligu aliringarnir ikki røkka til.

 

Havaliringurin A, sum hann verður róptur, er nú komin upp á pláss við Vengsøya í Troms. Aliringurin er gjørdur til at tola 13 metrar høga aldu. Mynd: NRS (Norway Royal Salmon)

Hesin risastóri aliringurin hjá Arctic Offshore Farming, sum er ein verkætlan hjá Norway Royal Salmon, er nú sjósettur og liggur upp á pláss við Vengsøya, norðan fyri Troms.

 

Sambært verkætlanini skal ein slíkur aliringur aftrat leggjast á somu leið. Aliringurin er teknaður av Aker Solutions, sum eru serfrøðingar í at tekna boripallar.

 

Ein slíkur aliringur, sum hesin á myndini, vigar umleið 3.000 tons.

 

- Við nýskapan og vilja til at taka tøk í harðbalnum økjum í Norðurnoregi hava vit ment henda ringin, sum er næsta stigið í laksaaling.

 

Samtaksstjórin í NRS (Norway Royal Salmon), Klaus Hatlebrekke, vísir á, at nýggi aliringurin skal brúkast í økjum, har vanligu aliringarnir ikki røkka til.

 

Tað er Nordlys, sum hevur skift orð við samtaksstjóran, og iLaks endurgevur eisini stjóran á sínari heimasíðu.

 

Stálaliringarnir eru gjørdir til at kunna tola í minsta lagi 13 metrar høga aldu. Hvør nót er 80 metrar í tvørmát, og nótirnar eru 22 metrar djúpar.

 

iLaks veit at siga, at tá hin næsti ringurin av sama slag eisini er komin út á havleiðina norðan fyri Troms at liggja, rúma báðir ringarnir 1,2 miljónum laksum.

 

##med2##

 

 

 

Havaliringurin A, sum hann verður róptur, er nú komin upp á pláss við Vengsøya í Troms. Aliringurin er gjørdur til at tola 13 metrar høga aldu. Mynd: NRS (Norway Royal Salmon)

Her verður aliringurin sleipaður upp á páss. Mynd: NRS (Norway Royal Salmon).