Hetta er nýggja uppskotið hjá fólkaflokkinum

Fólkaflokkurin hevur lagt eitt uppskot í sjey punktum fyri hinar báðar samgonguflokkarnar um viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark skulu skipast

 

Eftir at fólkaflokkurin er lopin frá avtaluni um fólkaatkvøðu í sambandi við fullveldismálið, hevur hann lagt eitt nýtt uppskot fyri hinar báðar samgonguflokkarnar um, hvussu farast skal fram hereftir.

Talan er um eitt uppskot til samtyktar, sum skal leggjast fyri Løgtingið og ætlandi samtykkjast har.

Uppskotið er í sjey punktum, sum vit prenta niðanfyri


1. Heitt verður á Landsstýrið um at arbeiða fyri at gera djúptøknar broytingar í viðurskiftunum Føroya og Danmarkar millum við øktum føroyskum sjálvstýri fyri eyga.


2. Øll málsøki utten tey, ið eru tengd at yvirvaldsrætti ríkisins, skulu kunna yvirtakast uttan samráðingar.


3. Lóggávuvald og umsitingarvald í yvirtiknum málum kann ikki verða skert ella tikið aftur.


4. Heimildirnar hjá landsstýri og løgtingi í uttanríkismálum verða víðkaðar til í minsta lagi at umfata altjóða sáttmálagerðir viðvíkjandi yvirtiknum málum og meðavgerðarrætt í øllum málum, ið viðvíkja Føroyum.


5. Heildarveitingin úr Danmark verða minkað eftir skipaðari ætlan, til veitingin er dottin burtur eftir avtalaðum áramáli.


6. heitt verður á Landsstýrið um at arbeiða fyri yvirtøku av hesum málsøkjum frá 1. januar 2002 at rokna:

- Skúlamál, og gera tilsvarandi tillaging í blokkinum

- Revsirættarmál, persónsrættarmál,

húsfólkarættarmál, arvarættarmál og fíggjarrættarmál

- Havumhvørvisvernd

- Vága Floghavn

- Kirkjumál


7. Ein búskapargrunnur verður settur á stovn, ið skal tryggja Føroyum eina trygga gongd frá studningsbúskapi til sjálvberandi búskap