Hetta er nýggi venjarin hjá Teit

Teit R. Jacobsen hevur fingið nýggjan venjara. Fyrr í vikuni segði Sønderjyske Claus Nørgaard úr starvi, tí hann boðaði frá, at hann ikki var sinnaður at leingja sáttmálan.

 

Í morgin boðar Vendsyssel frá, at Glen Riddersholm fer frá sum ítróttarstjóri í felagnum, tí hann skal gerast høvuðsvenjari í Sønderjyske.

 

Glen Riddersholm, sum hevur verið venjari hjá FC Midtjylland og AGF, bleiv í oktober settur sum ítróttarstjóri í Vendsyssel, men fer nú aftur niður á beinkin at sita.

 

Hann tekur við starvinum í Sønderjyske 1. februar.