Størsta partin av kappingarárinum hevur EB/Streymur verið í tungum sjógvi. Eftir knúsandi 6-0 heimasigur ímóti 07 Vestur er EB/Streymur tvey stig omanfyri niðurflytingarpláss.
Í dag verður EB/Streymur roknað at vera favorittur á heimavølli ímóti ÍF. Soleiðis er tað, hóast ÍF seinast vann 3-2 á heimavølli ímóti HB. Hetta var ársins fyrsti sigur hjá ÍF. Um tað eydnast Sigfríði S. Clementsen og EB/Streymi at vinna fulla úrtøku, og um tað ikki eydnast B68 á Svangaskarði seint seinnapartin at vinna úrtøku ímóti FM favorittunum í Víkingi, so verður frástøðan hjá EB/Streymi til niðurflytingarpláss fimm stig.
Hjá EB/Streymi er Rógvi Egilstoft burturstaddur, og Hans Pauli á Bø er skaddur. Emil Weihe Joensen og Jákup N. Vilhelmsen eru tøkir aftur. Tann fyrri eftir leikbann og tann seinni eftir at hava verið skaddur í lærkrikanum.
Hjá ÍF er Dánjal á Lakjuni tøkur aftur eftir langan skaðasteðg. Jóhann J. Højbro er leikbannaður, Markus á Lakjuni hevur brotið armin, Bergur Jacobsen er skaddur í knænum, og miðverjin Tóki Nolsøe Olsen verður ikki við aftur í ár, tí hann hevur brotið skinnabeinið.
Á summarmála vann EB/Streymur 5-0 ímóti ÍF við Margáir, og 6. juli vann EB/Streymur 1-0 í Fløtugerði í Fuglafirði.
EB/Streymur – ÍF: Dagfinn Forná kl. 15.00.