Hetta er møguleikin hjá Helen

TB hevur nú seinnapartin betri møguleika enn nakrantíð fyrr í ár at vinna fulla úrtøku

Klokkan 16 verður fyrsta bríksl við Stórá í Trongisvági, har ÍF er gestur hjá TB.

 

Hóast TB er flutt niður, og ÍF er í tungum sjógvi, so hava báðir partar nógv at spæla fyri.

 

Hjá TB snýr tað seg um ikki at flyta niður uttan at hava megnað at vinna ein dyst, og hjá ÍF snýr tað seg um at halda tørn um møguleikan, sum framvegis er fyri at sleppa undan niðurflyting.

 

Helen Lorraine Nkwocha er fyrsta kvinna at hava ábyrgd av liði í fremstu mannfólkadeild í Europa, og í dag hevur hon møguleika fyri fyrstu ferð at vinna fulla úrtøku.

 

Hjá TB er tað merkisvert, at John Villi Wøldike Leo er á beinkinum. Tað hevur einki verið at sæð til hansara nú í nógv umfør.

 

Hjá ÍF er Elias J. Lervig tøkur aftur eftir leikbann. Tvíburabeiggi hansara Hans Jákup J. Lervig er leikbannaður, og tað er miðverjin Jens Joensen eisini.

 

23212092765
Víkingur231652522153
HB221444691946
B36231193462442
NSÍ241158453638
07 Vestur236413296522
EB/Streymur225413204519
B68235414255819
ÍF233416216013
TB22031913773