Fyri viku síðani vísti Skála í Gundadali ímóti HB, at tað leikliga gongur rætta vegin. Uppflytararnir spældu seg til fleiri góðar málmøguleikar, men tá klokkan var steðgað, vísti talvan 2-0 til HB. Skála kappast við B68 og AB um at sleppa undan niðurflytingarplássunum. Báðir kappingarneytarnir vunnu sunnudagin, og harvið er Skála aftast.
Higartil hevur tað ikki eydnast Eliesari Olsen og hansara monnum at vinna fulla úrtøku. Mett út frá EB/Streyma avrikinum mikukvøldið kennist møguleikin vera størri hesa ferð, enn hann ofta hevur verið. EB/Streymur tapti 4-1 í Gøtu, og avrikið var á ongan hátt – heldur ikki taktiskt sannførandi.
-Vit lupu framav, tá ið vit royndu at minka uppaftur meiri um munin enn 3-1, heldur liðformaðurin Gert Hansen.
Rúni Nolsøe hevur stóra uppgávu eftir dystin mikukvøldið at fáa sínar at fóta sær. Undan Skála ferðini er tað steinur oman á byrðu, at Arnbjørn Hansen er skaddur.
Teitur R. Joensen, Skála liðformaðurin, er sannførdur um, at leikliga menningin fer at bera betri úrslit við sær:
-Ímóti HB riggaði tað væl, at vit løgdu okkum frammarlaga frá dystarbyrjan. Vit spæla okkum til málmøguleikar, men trupulleikin í Gundadali var, at vit ikki fingu úrtøku burturúr. Stigatalvan sigur, hvat avrikini higartil hava verið verd. Um vit skulu longri upp, so skulu vit halda leikferðina og fáa meiri burturúr, og nú bíðar góð roynd til at gera hetta til veruleika.
Skála miðvallarin Poul N. Poulsen er framvegis skaddur.