Miss Universe hevur avgjørt at taka føroysku Turið Elinborgardóttir við í finaluna.
Hon er tann einasta úr Føroyum, sum er komin viðari til finaluna, og tí fær hon eisini heiðurin at gerast miss Føroyar og verður krýnd sama kvøld sum finalan er.
Har verða 25 gentur úr danska kongarikinum í finaluni, har millum ein føroysk og ein grønlendsk.
Á finalukvöldinum í Keypmannahavn fer Turið Elinborgardóttir at vísa seg fram i einum kjóla frá Lailu av Reyni, sum sjálv er dómari í kappingini.
Stjórin í Miss Universe sigur, at Turið Elinborgardóttir hevur eitt Miss Universe look og hevur góðar møguleikar at fara avstað við heitinum Miss Universe DK 2015.
Næsta ár fara miss Universe fyrireikararnir at gera enn meiri burtur úr at fáa fleiri føroyskar gentur til kappingina og ætla sær at kom til Føroyar at hava eitt tiltak.
Miss Universe Denmark 2015 tiltakið verður 13. til 15. august.










