Hetta er misrøkt

? Eg haldi tað er misrøkt, men í praksis fáa vit einki gjørt við málið, sigur Jóannes Dalsgarð, stjóri í Føroyar Jarðará um skilið í Saksunardali, har hagin summastaðni er grópaður upp og liggur í díki og aðrastaðni verður nýttur sum frásetingarpláss til gamlar útlivaðar entrepenørmaskinur

Økið í Saksunardali, sum talan er um, hoyrir fyri ein part til eitt festi í Hvalvík og fyri ein part til eitt festi í Saksun. Stjórin á Jarðarráðnum sigur, at so sum økið liggur nú, er tað púra óforsvarligt. Hann sigur, at sum stjóri á Jarðarráðnum er hann alt annað enn errin um støðuna.

Jóannes Dalsgarð váttar, at veltistudningur er latin til eitt øki uppá uml. 9000 fermetrar, men at hetta bert er ein lítil partur av tí samlaðu víddini sum »velt« er. Hann sigur, at veltistudningur verður ikki latin, fyrr enn veltingin ber gróður og er sýnað. Tað økið í Saksunardali, sum veltistudningur er latin til, er tí í væl frægari standi enn mestiparturin av lendinum, sigur Jóannes Dalsgarð.

Spurdur um, hví Jarðarráðið, sum evsti ábyrgdarhavari fyri landssjørðini í Føroyum einki ger við málið svarar Jóannes Dalsgarð, at Jarðarráðið kann í praksis einki gera. Hann metir málið so álvarsamt, at talan møguliga átti at verið um at tikið festini frá festarunum.
Men Jóannes Dalsgarð sigur, at hetta er so at siga ómøguligt. Hóast Jarðarráðið ikki hevur roynt nakað tílíkt í hesum føri, so vísa royndir, at tað er so gott sum ógjørligt at fáa tikið festi frá einum festara, sigur Jóannes Dalsgarð.

Stjórin á Føroya Jarðarráð sigur, at Jarðarráðið hevur lítlan ella ongan møguleika til yvirhøvur at seta sín vilja ígjøgnum yvir fyri einum festara, sum misrøkir festi. Jóannes Dalsgarð vísir á, at heimildin til at gera inntriv mótvegis festarum, sum misrøkja festi, finst í §12 í lóg um landsjørð. Men tann heimildin er so ógreið, at hon nóg illa kann brúkast, tá talan er um misrøkt av bygningum. Tá talan er um misrøkt av lendi er heimildin púra ónýtilig, staðfestir Jóannes Dalsgarð.

Stjórin á Jarðarráðnum veit at siga, at yvirfriðingarnevndin hevur verið uppi í málinum um støðuna í Saksunardali í 1998, men hann veit ikki, hvørja støðu yvirfriðingarnevndin hevur tikið í málinum.