Hetta er ómetaliga harmiligt

Hetta er eitt mál, vit hava bíðað eftir í fleiri ár, sigur Eyðgunn Samuelsen

Hetta er heilt ómetaliga harmiligt. Tað heldur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamalum.

Nú Løgtingið fer í summarfrí fríggjadagin, eru tað fleiri stórmál, sum liggja eftir, og sostatt detta tey burtur.

Eisini fleiri stórmál liggja eftir, og sostatt detta burtur. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, eigur nøkur av hesum stórmálum,  eitt nú lógina um at byggja sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki. Ætlanin at byggja nýtt barnaheim dettur eisini niðurfyri, men tað hevði tað helst gjørt kortini, tí har manglar ein ætlan fyri, hvussu byggingin skal skipast og hon verður ikki liðug fyrr enn í summar.

Eyðgunn Samuelsen harmast um, at hesi málini nú detta niðurfyri, men serliga harmast hon um, at uppskotið um at gera eina vælferðarlóg, sum skal tryggja rættindini teimum, sum koma illa fyri, eisini dettur niður fyri.

– Hetta er eitt av teimum heilt stóru málunum, sum arbeitt hevur verið við í fleiri ár og tað er ómetaliga harmiligt, at tað ikki eydnast at avgreiða tað. Men soleiðis eru treytirnar og tað er løgtingsformaðurin, sum ger av, nær Løgtingið fer í summarfrí – og tað er langt síðani at hann boðaði frá, at tað verður nú fríggjadagin.

– Vit komu tíverri í tíðarneyð, og vit mugu virða avgerðina um at Løgtingið fer í summarfrí frígggjadagin.

Hon sigur, at lógin er klár og talan er um eitt ógvuliga stórt og umfatandi arbeiði. Samstundis tóku var at kalla full undirtøka fyri tí í Løgtinginum, tó at summir løgtingslimir vildu hava onkrar broytingar.

Eyðgunn Samuelsen sigur kortini, at heldur samgongan fram eftir valið, verður hetta eitt tað fyrsta málið, sum verður lagt fyri Løgtingið aftur.

Annars liggja tíggjutals mál í Løgtinginum, sum ikki vera avgreidd, onkur í Løgtinginum hevur talt, at talan er um eini 70 mál.

Á tingfundi í mánakvøldið hevði Løgtingsformaðurin fingið yvir 20 skriv frá løgtingslimum, sum vildu hava Løgtingið at avgreiða mál, teir hava lagt fyri Løgtingið, hóast nevndirnar ikki eru lidnar at viðgera tey.

Men tað vildu løgtingsformaðurin ikki lata sær lynda og tí bað hann floksformenninir stinga høvdini saman og semjast um, hvørji mál skulu avgreiðast fyri summarferiuna, og hvørji skulu bíða og úrslitið var, at semja var um at avgreiða eini 10 mál, og øll hini fella so burtur.

Onnur uppskot, sum fella burtur, er lógin um løgfrøðiligt kynsskifti, uppskotið um at allir sjúklingar, sum verða sendir av landinum, skulu hava rætt til at fáa fylgjara við sær, uppskotið um at avtaka fólkatingsessirnar, uppskotið um løn og pensjón hjá løgtingsfólkum, uppskotini um at gera vegirnar til og frá Eysturoyartunlinum, uppskotið um ráðgeving til kvinnur, sum umhugsa fosturtøku, uppskotið um at byggja fótbóltshallir, uppskotið um at stovna bústaðarbanka og uppskotini um at geva kommunum heimild at byggja íbúðir.

Uppskotið um náttúrumargfeldni fellur eisini burtur, fyri at nevna nøkur.

Og uppskotini, sum annars vórðu løgd fram mánakvøldið um at gera Suðuroy til royndarøki fyri eldrarøkt, fellur eisini burtur.