Hetta er meiningsleyst

Tað er meiningsleyst av samgonguni og Løgtinginum at brúka so nógva tíð upp á at leggja og viðgera fíggjarkarmar fyri fleiri ár ísenn.

Tað heldur Kristina Háfoss, talsfólk hjá Tjóðveldi í fíggjarmálum.

Hon er ikki einsamøll um at halda, at arbeiðið at leggja játtanarkarmar er farið heilt av sporinum, tí áður hevur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, mælt til at broyta mannagongd, tí hetta fer við ov nógvari arbeiðsorku og heldur ikki Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, dugir at síggja endamálið við hesum.

Kristina Háfoss heldur, at tað elvir bara til ótryggleika og órógv at leggja játtanarkarmar fyri Løgtingið um várið.

Hon staðfestir, at tá ið fíggjarlógin verður løgd um heystið, verður kortini vikið frá tí, sum er samtykt í karmunum.

- Hetta er tann beri sjónleikur, sum bara elvir til ótryggleika.

Hon sipar til, at í játtanarkarmunum verður farið niður í minstu smálutir, eitt nú um at hækka pensjónsaldur, leggja stovnar saman og leggja niður o.s.fr.

Men tá ið fíggjarlógin so verður samtykt, verður kortini vikið frá fíggjarkarmunum, so teir halda ikki.

Hon heldur, at ístaðin eigur landsstýrið at semjast um ein innanhýsis karm um várið, sum tey síðani skulu arbeiða innanfyri og leggja eina fíggjarlóg fyri Løgtingið um heystið.

Hinvegin heldur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkinat tað er eitt hent amboð at hava slíkar fíggjarkarmar sum eitt mál at halda seg til og tað heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, eisini.

Hann sigur, at tá ið Løgtingið hevur samtykt játtanarkarmarnar, veit samgongan, hvat hon hevur at halda seg til, tá ið fíggjarlógin skal gerast.

Men vil Løgtingið raðfesta øðrvísi, má fíggjarpolitikkurin rættast eftir tí og tí hendir tað, at fíggjarlógin kann víkja frá játtanarkarmunum.