Hetta er mín jólasangur (2)

Jákup Símum Simonsen: Nú ringja kirkjuklokkur so hátt

- Jólahøgtíðin er gleðishátíðin mikla. Her eru jólasálmarnir saman við gleðiboðskapinum tað, sum nertir við okkum. Tað ger nakað gott og tað er fjálgt, sigur Jákup Símun Simonsen í Hoyvík.

Mær dámar næstan allar jólasálmar. Serliga eru tað tey góðu sálmaløgini, ið festa seg í minnið. Men serliga dámar mær hesar burturúr: ”Nú ringja kirkjuklokkur so hátt”, sum Símun av Skarði yrkti; ”Tað sótu seyðamenn á vakt” sum Mikkjal á Ryggi yrkti, og við lagi hjá Hans Jacob Højgaard; og ”Jól hava einglaljóð”, sum Jógvani Nolsøe yrkti.

Eisini havi eg tvær fløgur, sum mær dámar serliga væl at lurta eftir í jólamánaðinum. Tær eru Toftakórið og hin er við Ernst Sondum Dalsgarð, sum syngur advents- og jólasálmar. Nógv av tí nýggja dámar mær eisini væl at lurta eftir.


Sum smádrongur og hálvvaksin helt eg nøkur jól norðuri í Funningi hjá ommu og abba mínum. Tað var ein serligur hugni; og farið varð til allar kirkjugongdirnar um høgtíðina. Eitt ørindið, sum eg helt hóskaði væl til har norðuri ímillum høgu og brøttu fjøllini, var 3. ørindi í sálminum ”Nú ringja kirkjuklokkur so hátt” hjá Símuni av Skarði:


”Tó myrkur fyllir dalar og skørð

og stormurin ýlir í gjáum,

so fjakkar Jesus enn á jørð

við sínum jólagávum”


Gleðilig jól.




HUGNI

- Tað var ein serligur hugni at halda jól í Funningi, sigur Jákup Símun Simonsen í Hoyvík






Nú ringja kirkjuklokkur so hátt

við himmalskum gleðiljóði:

Tað stundar móti jólanátt,

tá Jesus varð føddur hin góði.


2. Nú boðast friður víða um lond,

nú verður hin sjúki grøddur,

nú losna hørðu syndabond,

tí Jesus í nátt varð føddur.


3. Tó myrkur fyllir dalar og skørð,

og stormurin ýlir í gjáum,

so fjakkar Jesus enn á jørð

við sínum jólagávum.


4. Ei brim við strond, ei ísur í skor

kann Jesusi forða vegin;

hann stígur inn for fátæks mans borð,

har lítil er jólagleðin.


5. Ja, Jesus fer í smáttuna inn,

blíð orð hann við gomul talar,

hann klappar bleiku barnakinn,

av himni tá gleðin dalar.


6. Um sorgin veg til hjarta títt fann,

vár Jesus teg aldri gloymir,

og jólaboðið grøða kann

ta sótt, tú í barmi goymir.


7. Vit ung og gomul halda nú jól,

vár Jesus vil øllum hýsa,

hann er hin bjarta lívsins sól,

um allar ævir skal lýsa.


8. Í Betlehem tann sólin upp rann,

um heimin hon út mundi leita,

at Føroya smáttum veg hon fann,

tí tøkk vit tær, Jesus, veita.


9. Øll ung og gomul, samlist nú brátt

og lýðið á gleðiljóðið:

Tað var um halgu jólanátt,

at Jesus varð føddur hin góði.


Símun av Skarði.