Tað er eingin ivi um tað. Toppdysturin hesa ferð verður í Streymnesi. Talan er um sanna lyklauppgerð. EB/Streymur er oddalið og sjey stig frammanfyri HB, ið er á fimta plássi, og sum orduliga hevur funnið stevið.
Nakrar dagar undan ólavsøku tóktist tað sum um, at 4-2 tapið á heimavølli ímóti NSÍ bar boð um, at talan fór at verða um eitt av heilt soltnu HB árunum. Síðani hava teir svørtu og reyða spælt fimm ferðir, og úrtøkan hevur verið trettan stig.
– Javnvágin á liðnum er vorðin so nógv betri. Vit vóru greiðir yvir, at tað var neyðugt við styrki í summarsteðginum, og tað hevur av álvara styrkt liðið, at Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Poulsen og Rókur Jespersen eru komnir aftrat. Tað hongur betri saman millum keturnar, vit flyta okkum skilabetri, og so spæla vit okkum til nógvar málmøguleikar. Undan summarsteðginum spældu vit onkra ferðina væl, men botnstøðið var ógvuliga lágt. Soleiðis hevur tað ikki verið seinastu nógvu ferðirnar. Sjálvsálitið er vaksið saman við góðu avrikunum og úrslitunum, og nú hava vit møguleika at vinna á øllum.
HB venjarin Sigfríður Clementsen er væl nøgdur við gongdina. Mikukvøldið vann HB altíð torføru uppgerðina ímóti grannunum í B36 2-0, og síðstu løtuna, tá ið árstalsfelagið ætlaði sær at trýsta fyri at sleppa upp í part aftur, megnaði HB at varðveita bóltin alla tíðina.
– Nú spæla vit soleiðis, sum HB plagdi at vera kent fyri at gera. Seinastu árini hevur HB ikki verið spælstýrandi á sama hátt, sum liðið plagdi at vera, men tað eru vit nú, og tað líkar okkum væl.
Hvat er uppskriftin upp á at vinna á útivølli ímóti EB/Streymi?
– Størsta styrkin hjá EB/Streymi er í skjótum umstillingum. Teir eru lívshættisligir, um tað eydnast teimum at taka bóltin frá mótstøðuliðnum, tá ið tað er á veg í álop. Í sovornum førum snýr tað seg um 2-3 sendingar, og so eru framrættaðu menninir frammanfyri mótstøðumálið. Tí er fyrsta treytin hjá okkum, at vit sleppa undan mistøkum, tá ið vit eru á veg fram. Og tað haldi eg, vit eiga at megna, um vit hava gongdina seinastu fimm ferðirnar í huga, heldur Sigfríður Clementsen.
Allir spælararnir hjá HB eru tøkir uttan Vagnur Mohr Mortensen, sum eftir beinbrotið ímóti B36 mikukvøldið ikki verður við aftur í ár. Jóhan Troest Davidsen var niðri í útbúgvingarørindum mikudagin, men nú er hann tøkur aftur.
Droyma tit um FM heitið?
– HB hoyrir heima í toppinum, men undan summarsteðginum var tað so mikið soltið, at FM heitið varð avskrivað. Nú eru vit á 5. plássi, og um tað eydnast at vinna sunnudagin, so verða tað fýra stig fram til EB/Streym og fimm til toppin, um tað eydnast ÍF at vinna í Trongisvági. Málið hjá okkum er atgongumerki til europeiskan fótbólt, og tað vil siga í minsta lagi fjórða plássið. Um vit varðveita fólkið, sum vit nú hava, so rokna vit avgjørt við møguleikanum at vinna atongurmerkir til altjóða fótbólt næsta ár, sigur HB venjarin.
Komnir fyri seg
Hjá EB/Streymi snýr tað seg um at fáa spælararnar at koma fyri seg aftur. Meðan HB hevði frí í vikuskiftinum var EB/Streymur partur av spennandi steypafinalu, og mikukvøldið endaði toppdysturin í Fuglafirði 1-1.
Fram ímóti toppuppgerðini sunnudagin verður millum lítið og einki gjørt við venjingina. Tað ræður um at vinna orkuna aftur.
– Vit harmast um, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku í Fuglafirði, tí vit høvdu møguleikar til tað í 2. hálvleiki, men so mistu vit á stokkinum. Hóast vit ikki vunnu, so eri eg væl nøgdur við avrikið. Okkara menn vístu, at teir eru komnir fyri seg aftur eftir steypafinaluna, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi.
Egil á Bø er framvegis skaddur. Mikukvøldið var Pætur Dam Jacobsen leikbannaður. Hann verður við ímóti HB.
EB/Streymur - HB: Rói Jacobsen
sunnudagin 2. september klokkan 15.00