Hetta er møguleikin hjá EB/Streymi

Upptakt: Álitið verður sett á leigusveinar og Arnbjørn Hansen

Í kvøld klokkan 18 verður botngýsari á Argjum, har AB fær vitjan av EB/Streymi. Hetta er ein sannur botngýsari. Argjamenn liggja niðast á stigatalvuni við bara fýra stigum, meðan EB/Streymur hevur átta stig á áttanda plássi. Tí kann hendan uppgerðin geva eina greiða ábending um hvussu niðurflytingarstríðið kemur at síggja út.

Gestirnir eru uttan fleiri langtíðarskaddar spælarar, meðan Poul G. Olsen hevur leikbann. Størsta vónin er, at Arnbjørn Hansen verður førur fyri at spæla. Hann er ivasamur. Áleypari hevur aftur í ár prógvað hvussu vandamikil hann er frammanfyri málinum.

Við einum sigri kann EB/Streymur slítað seg leyst av botnstríðnum. Nýggir í hópinum eru Ragnar Samuelsen og Sveinur Lava Olsen, ið eru útleigaðir frá B36. Høgni Midjord er givin. Annars er hópurin tann sami. Jóhannus Hansen, Andras Olsen og Leif Niclasen eru langtíðarskaddir.

Betri deildin menn 16.umfar:

Leygardagin 27. juli

HB-TB (15.00) Beinleiðis á FM1

Skála-ÍF (17.00)

AB-EB/Streymur (18.00) Beinleiðis á FM1

Sunnudagin 28.juli

B36-Víkingur (18.00) Beinleiðis á FM1

KÍ-NSÍ (útsettur til 18. september)