Hetta er láturligt

Annahvørt ert tú limur í Fólkatinginum, ella ert tú tað ikki, siga Mimi Jakobsen, formaður í Sentrumdemokratiska flokkinum í hvassorðaðari viðmerking til støðuna hjá Jóannesi Eidesgaard, sum hevur elvt til at valið av nýggja fólkatingsformanninum er útsett til í dag

? Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri átti longu frá byrjan av at havt peikaðá formannin í tingbólkinum hjá vinstra, Ivar Hansen, sum formann fyri Fólkatingið, so ikki hevði verið neyðugt við lutakasti, sigur leiðarin hjá Sentrumsdemokratunum, Mimi Stilling Jakobsen.

Hon ger greitt, at valevnið hjá hennara flokki er hitt sama, sum hjá Vinstra og teimum Konservativu - Ivar Hansen.

? Tað kemur als ikki upp á tal, at vit fara at velja Birte Weiss til formann, ger hon púra greitt.

Hon vísir eisini aftur, at Sentrumsdemokratarnir eru við at hokna í knøðunum. Onkur hevur skotið teimum tað í skógvarnar, eftir at tað er komið fram, at Sentrumsdemokratarnir fara at »cleara« tveir tingmenn við danska Javnaðarflokkin. At flokkar »cleara« hvønn merkir, at um ein frá høgraveinginum ikki fær møtt, so hevur tann vongurin eina avtalu við vinstraveingin um, at ein úr teirra parti ikki tekur lut í atkvøðugreiðsluni. Hetta er ein avtala, sum flokkarnir binda seg til at halda.

Sentrumsdemokratarnir, ella CD, sum teir vanliga verða nevndir, eru ein av seks borgarligum flokkum, sum stuðla Ivari Hansen, sum stillar upp til formansvalið ímóti Birte Weiss úr Javnaðarflokkinum. Tá fólkatingið kom saman í gjár klokkan 11:00, var Ivar Hansen valdur til fyribils formann, meðan formansvalið varð útsett til í dag.

Letur Jóannes Eidesgaard vera við at atkvøða, verður úrslitið helst 89-89, og tá verður fólkatingsformaðurin valdur við lutakasti.

Hetta verður so úrslitið, um ikki Óli Breckmann atkvøður fyri Ivar Hansen.

Mimi Jakobsen heldur, at fólkatingsins formaður eigur at verða valdur av einum breiðum meiriluta eins og Erling Olsen úr Javnaðarflokkinum var tað seinast, ella í sínari tíð Svend Jakobsen, sum eisini var úr Javnaðarflokkinum. Hon tekur undir við Holger K. Nielsen, formanni í SF, sum sigur, at formaðurin eigur at verða úr andstøðuni.

Stjónrin átti fyri langari tíð síðani at havt funnið eina semingsloysn um eitt annað valevni og samráðst við teir borgarligu. Um Nyrup gjørdi rætt, so hevði hann bara peikað á Ivar Hansen, heldur hon.

Mimi Jakobsen skilir ikki føroysku fólkatingsmenninar, Jóannes Eidesgaard og Óla Breckmann.

- Fyrst gera føroyingarnir av, hvør skal skipa stjórn í Danmark. Síðani krevja teir milliardaupphæddir frá donskum skattagjaldarum. Og so skulu teir vera neutralir í fólkatinginum, tá formaðurin skal veljast.

? Annaðhvørt ert tú limur í Fókatinginum, ella ert tú tað ikki, sigur hon. Er tað nakað, sum hevur týdning fyri ein fólkatingsmann, so er tað avgerðin um, hvør er formaður. Hetta er fullkomiliga láturligt.

Og Mimi Jakobsen, sum ofta hevur funnist at føroyingum leggur ikki fingrarnar ímillum:

? Tað er eisini sera óheppið, at tað eru slík fólk, sum tey senda niður á fólkating - fólk, sum sita her og smáhandla, bara fyri at vekja ans fyri sær sjálvum, tí tað um stutta tíð er val í Føroyum.

? Hetta er ein ótolandi støða, heldur CD-leiðarin, Mimi Jakobsen.