Tað eru ikki bara eru rík fólk sum hava ráð til eina íbúð. Tað er niðurstøðan hjá Jóhann Mortensen, formanni í stýrinum fyri Bústaðir.
Bústaðir verður mangan lagt undir at tey bara byggja dýrar íbúður sum tað bara eru vælbjargað fólk, sum hava ráð til at leiga og tað eru eisini summi, sum siga, at av tí saman er ætlanin við Bústøðum, miseydnað.
Jóhann Mortensen sigur, at hagtølini hjá Bústøðum vísa, at 25 prosent av íbúðunum eru lestraríbúðir og 22 prosenr av íbúðunum eru vardar íbúðir til Almannaverkið.
Har afturat eru 16 prosent av íbúðunum til fólk yvir 67 ár og so eru 37 prosent av íbúðunum til fólk undir 67 ár.
– So kunnu fólk døma, um hesir bólkar koma undir hugtakið vælbjargað ella ikki, sigur Jóhann Mortensen.
Trýst annars her og les meiri um hvørji sjónarmið, formaðurin í stýrinum, hevur











