? Tað sum fer fram nú er láturligt, 150 milliónir til barnaansingina loysir onki.
Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn sigur, at hann fegnast um at gongd nú aftur kemur á arbeiðið at gera barnaansing til eitt kommunalt mál burturav.
? Og ongantíð betri um tað gongur skjótt, leggur hann afturat.
Sum greitt frá í greinini omanfyri, ætlar Helena Dam Á Neystabø, at avgreiða málið heilt skjótt, so at kommurnar kunnu taka ábyrgdina av barnaansingini á seg sum skjótast.
? Hon heldur, at tað kann koma uppá tal at gera Havnar Kommunu til eina royndarkommunu longu komandi ár, so at tað fæst at vita, hvussu ein slík skipan virkar.
Taka arbeiðið uppaftur
Leivur Hansen borgarstjóri í Havn fegnast um ætlanina.
? Hetta er tað, sum vit hava tosað um leingi nú.
Hann sigur, at longu undir seinasta landsstýrinum varð farið undir arbeiðið at gera barnaansingina kommunala burturav.
? Men so tók so nógvur ófriður seg upp í politikki, sum kom í hæddina, tá ið løgtingsval varð útskrivað úr úrtíð.
? Avleiðingin var, at arbeiði at gera barnaansingina kommunala, steðgaði upp.
Borgarstjórin í Havn sigur, at tá varð ein arbeiðsbólkur settur við umboðum fyri landsstýrið, almannastovuna og býráðið, sum skuldi lýsa málið.
Hann sigur, at hugsar sær til, at tann arbeiðsbólkurin verður biðin um at taka arbeiðið uppaftur.
Eftir gamla býtinum
Leivur Hansen sigur vísir á, at avtalan um at lækka partin hjá landsstýrinum úr 40% niður í 35% og at hækka partin hjá kommunum úr 30% uppí 35% í 1998 og 1999, skal heilt avgjørt metast sum ein kreppuloysn.
? Skulu kommunurnar yvirtaka barnaansinina má tað tí verða eftir teirri gomlu skipanini, so at landið betalir 40% og kommunurnar 30%.
Hann sigur, at talan má so verða um, at landið rindar kommununum fyri barnaansingina eftir einari ella aðrari skipan.
Hann heldur, at mest sannlíkt er ,at talan verður um ein blokk úr landskassanum til kommunurnar.
Ein annar máti er, at býta skattainntøkurnar øðrvísi ímillum landið og kommunurnar.
Men hann ivast í, um tað letur seg gera ímeðan talan er um eina royndarætlan, áðrenn tann endaliga loysnin er funnin.
Annars setir býráðsformaðurin í Havn sítt álít á, at tingmenn taka um endan og hækka játtanina á komandi fíggjarlógini.
? At seta 1,5 millión av til barnaansing um alt landið sum landsstýrið ætlar, er heilt láturligt, tí tað loysir ikki tann mest átrokandi tørvin, sigur hann.