– Eg eri vísur í, at hetta er ein ólóglig avgerð. Tað staðfesti Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, á býráðsfundi í gjárkvøldið.
Sum vit skrivaðu í áðni hevur meirilutin í Tvøroyrar Býráð samtykt at fara undir samráðingar við teir, sum bygdu sambýlið við Sílá upp aftur.
Les meiri um tað HER
Men Kristin Michelsen, borgarstjóri sigur, at nú fer hann at tosa við kommunala eftirlitið um samtyktina, tí hann er sannførdur um, at hon er ólóglig.
Hann vísir á, at tað er Suðuroyar Bú- og Heimatænasta sum umsitur alt eldraøkið í Suðuroy og tískil kann Tvøroyrar býráð ikki taka málið úr hondunum á teimum. Hann vísir á, at hetta kann enda við, at Tvøroyrar kommuna kemur at ligga innibrend við einum leigusáttmála, sum Bú- og Heimatænastan ikki vil hava.
Tí heldur hann, at Bú- og Heimatænastan eigur at fáa frið at arbeiða við málinum. Tit vita ikki, hvat tit gera, leggur hann afturat.
Verður húsið hinvegin keypt, sum meirilutin eisini hevur tosað um, kemur borgarin á Tvøroyri at fá eina rokning upp á einar 11 – 12 milliónir, sum hann einki eigur í.
Hann vísur eisini í, at Suðuroyar Bú- og Heimatænastu arbeiðir við at fáa húsið. Tí heldur hann, at Bú- og Heimatænastan eigur at fáa frið at arbeiða við málinum, tí tekur býráðið tað úr hondunum á teimum, kann endin vera at borgarin á Tvøroyri kemur at sita við eini óneyðugari rokning upp á 11–12 milliónir.
Býráðslimurin Alvi Mortensen, skilur ikki, hvussu meirilutin kann tosa um at keypa eitt hús fyri so so nógvar pengar, uttan at tað er boðið út.
Hevur Tvøroyrar Kommuna brúk fyri einum húsið til eitthvørt endamál, eigur arbeiðið at vera boðið út, soleiðis at vit fáa eitt hús, sum er gjørt akkurát til tað endamálið. Og hann er vísur í, at tað fer ikki at kosta meiri enn helvtina, av tí tað kostar at keypa húsið við Sílá.