Føroyingar sita sum ryssa uppi yvir deyðum fyli. Tað er heilt ótrúligt at hugsa sær til, at vit føroyingar einki fáa at vita, nú stórur radari fyri hundraðtals milliónir skal setast upp her hjá okkum.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og formaður Javnaðarfloksins, sum hevur nakrar hugleiðingar um aktuella málið við radaranum á Sornfelli á Facebook.
Hann vísir á, at hetta kundi lata seg gera seinast í 50-árunum.
– Men vit skriva also 2021. Politisku flokkarnir í Fólkatinginum sita og umrøða spurningin saman við tveimum føroyskum umboðum, meðan okkara fólkavalda ting als einki fær at vita uttan tað, sum fjølmiðlarnir koma við. Og so hoyra vit, at tíðindafundur verður í morgin í Danmark, har greitt verður frá ætlanini í Føroyum.
##med2##
– Hetta er jú heilt groteskt, tað vit her uppliva. Eri so púrasta samdur við Høgna, at her eiga vit at traðka í karakter og lata øll onnur, og seliga danir og Nato, vita, at hetta er okkara land, og at einki, heldur ikki nakar radari, verður settur upp her, fyrr enn vit hava góðtikið tað. Og tað skal ikki vera okkurt hissini Trygdarráð í Tinganesi, sum ger tað av, men tað skal góðtakast ella forkastast á tingi. Longri er tann søgan ikki. Komið nú tingfólk - nú hava tit endiliga eitt gott mál at stríðast fyri. Og so leggur fyrrverandi formaður Javnaðarfloksins afturat:
– Hvar er forrestin Javnaðarflokkurin í hesum máli?