Í fleiri ár hava Skálatrøð og Vágsbotnur osað av fólki og lívi, og tað hevur mangan verið trupult at fingið parkeringspláss á Skálatrøð, tá klokkan er farin langt av 09 ein vanligan yrkadag.
Ert tú farin ørindi við bilinum seint ein fyrrapart ella miðskeiðis á degnum, hevur ofta verið neyðugt at koyrt aftur og fram á Skálatrøð eina fitta løtu, áðrenn tú fann eitt parkeringspláss aftur.
Men, soleiðis var ikki í morgun, og soleiðis var heldur ikki seinni í dag. Eins og í Føroyum øllum, var lítið lív í á Skálatrøð og í Vágsbotni í dag, og ferðslan í gøtunum var væl minni, enn hon plagar at vera.
Gamli handilin í Vágsbotni - Andr. í Vágsbotni - sum ikki minst vendir sær til ferðavinnuna við øllum tí úrvali av føroyskum pløggum og øðrum góðum lutum, sum handilin selur, hevði ikki opið í dag.
Tey, sum vanliga ganga inn á gólvið hjá Andr. í Vágsbotni, vita, hvussu fegin tey, sum har arbeiða, eru, tá útlendsk ferðafólk hyggja inn á gólvið. Men, í dag er alt broytt. Nú setir corona-virusið dagsskránna.
##med2##
Útlendsk viðskiftafólk, sum eru ein týðandi partur av grundarlagnum undir handlinum, eru ikki so áhugaverd í løtuni. Í hesum døgum, nú corona-virus herjar um heimin, veit eingin, hvør kann bera smittu - og hvør er frískur.
Eins og stórur partur av heiminum, ynskja Føroyar eisini - so frægt tað letur seg gera - at binda um heilan fingur, men um vit kanska fara at sleppa so nøkulunda burtur úr hesum, veit eingin í løtuni.