- Nú er nokk, SEV! Føroya Arbeiðsgevarafelagið vil ikki góðtaka øll streymslitini, sum hava verið í seinastuni. Árið er góðar tríggjar vikur gamalt, men tað hava longu verið fýra streymslit. - Vikuliga hevur meginparturin av landinum ligið í streymloysi seinastu tíðina og tað er ikki nóg gott, sigur Arbeiðsgevarafelagið við Sev.
- Seinastu vikurnar er streymurin farin um stóran part av landinum næstan hvørja viku, staðfestir Arbeiðsgevarafelagið. Felagið heldur, at hetta er ikki til at liva við og tey halda, at SEV hevur ein trupulleika. - Fyritøkur kring landið missa pening tí framleiðslan steðgar, og tað er ikki óvanligt, at tøkni gongur fyri orsakað av streymslitunum. - At tað so næstan hvørja ferð er fínasta veður, ger, at tað er fullkomuliga óskilligt fyri tey flestu, at hetta hendir.
Arbeiðsgevarafelagið heldur, at tey flestu duga at skilja, at streymurin kann fara í ringum veðri, tí linjurnar tola tað ikki. Men av tí, at meginparturin av streymlinjunum eru grivnar niður, er trupulleiki avmarkaður.
- Sjálvandi kann SEV ikki gera við at onnur grava kaðalar av, men hetta, sum vit hava verið vitni til seinastu tíðina er als ikki nóg gott.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at SEV má syrgja fyri at fáa skil á hesum beinanvegin, sum tikið verður til. Og samstundis hevur felagið biðið um fund við leiðsluna á SEV um málið. |









