Brot úr samrøður í Vikuskiftis Sosialinum. Les um støðuna á føðideildini á Landssjúkrahúsinum í blaðnum, sum kemur á gøtuna í kvøld.
- Eingin kann arbeiða undir hesum fullkomiliga ótolandi umstøðunum. Tað snýr seg um vikur, í ringasta føri dagar, áðrenn vit ikki klára at liva við hesum longur, sigur ein av ljósmøðrunum, ið hevur skrivað undir kæruna til Heilsumálaráðið.
Hóast tað eru nærum tríggjar vikur síðan, at ljósmøðurnar í eini síðstu roynd at broyta avgerðina hjá leiðsluni í Landssjúkrahúsinum, kærdu bygnaðarbroytingarnar á føðideildini, so hava ljósmøðurnar enn ikki fingið eitt svar frá Heilsumálaráðnum.
Tað ørkymlar ljósmøðurnar, ið ikki skilja hvussu politiski myndugleiki ikki longu hevur lagt uppí stríðið á Landssjúkrahúsinum.









