Hetta er ikki tað tey lovaðu okkum

Borgarstjórin í Fámjin er ómetaliga vónbrotin

Tað er púra óskiljandi, at hetta skuldi enda soleiðis. Tað sigur Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin. Og tað er sálvsagt ætlaði tunnilin til Fámjins, hann hugsar um, tí nú er tað greitt, at við hetta lag verður tað ikki hesi næstu 10 – 12 árini, at fámjiningar fáa tunnil.

 

Tey høvdu annars eina vón um at fáa tunnil til Fámjins nú, eftir at Landsverk aftur fekk útgerð at bora tunlar við, samstundis sum at táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, Henrik Old, segði, at Fámjinstunnilin skuldi vera tann fyrsti, Landsverk skuldi gera.

 

Men samgongan tók hann av ræði og samdust ístaðin um, at tunnilin til Dals skuldi gerast fyrst. Og Jóanis Lisberg sigur, at tað hendir, hóast sjálvur løgmaður eisini hevði boðað teimum frá, at tunnilin til Fámjins skuldi borast fyrst. Og nú fíggjarlógin varð samtykt beint fyri jól, brast seinasta vónin um at fáa tunnil til Fámjins nú.

 

Les eisini: Nú er seinasta vónin hjá teimum slóknað

 

Samstundis er tað eisini greitt, at eftir upphæddini, sum er sett á fíggjarlógina fyri næsta ár, at døma, fer tað at taka eini átta ár at bora tunnilin til Dals, og so tekur tað fýra ár afturat at bora Fámjinstunnilin.

 

Sostatt ganga tað eini 12 ár, áðrenn Fámjiningar fáa tunnil. Løgtingið hevur samtykt at seta níggju milliónir av til endamálið á fíggjarlógini fyri næsta ár, og fyri tað upphæddina klárar Landsverk at bora 300 metrar av tunli.

 

Jóanis Lisberg var so misnøgdur um, at Dalstunnilin varð tikin fram um, at hann legði frá sær úr nevndini í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag. Men hann leggur dent á, at hann er ikki farin úr Javnaðarflokkinum, tí tað fer hann ikki.

 

– Eg eri framvegis Javnaðarmaður, men eg vil ikki eiga lut í tí, sum nú fer fram, og tískil vil eg heldur ikki stuðla teimum við at sita í nevndini í lokalfelagnum í norðaru helvt í Suðuroy.

 

Men fyri tað heldur hann, at framferðin hjá samgonguni ímóti fámjiningum er skilaleys. Hann sigur, at tað er at kalla klárt at bora til Fámjins, men tað verður ikki fyrr enn um eitt hálvt ár, at tað er klárt at bora til Dals.

 

– So meintu tey nakað við alt tosið um at gera tunlar, høvdu tey sett eina nøktandi játtan av til endamálið, og so hevði tunnilin til Fámjins verið komin meiri enn í helvt, áðrenn tað yvirhøvur er klárt at seta boran í at bora til Dals.

 

– Hetta er eitt sindur hálvhjartað av samgonguni, og eg leypi ikki upp frá, hóast tey nú hava lovað okkum tunnil til Fámjins. Men verða bara níggju milliónir settar av til endamálið um árið, verður tað aldrin, at tunnilin til Fámjins kemur, sigur hann. Vit eru heilt ótrúliga misnøgdir, leggur hann afturat.

 

Løgmaður hevur lag dent á, at Dalstunnilin verður tann fyrsti, tí serfrøðingarnir siga, at hann er tann tunnilin, sum er mest átrokandi at gera.

 

– Eg veit ikki, hví serfrøðin brádliga skal takast fyri fult nú. Tey lurta ikki eftir serfrøðini sum sigur, at tunlasjakkið eigur at fáa 20 milliónir um árið fyri at kunna arbeiða alt árið. Serfrøðin hevur eisini sagt, at tað er óneyðugt við sjúkrahúsi í Norðoyggjum tá ið Eysturoyartunnilin er komin, men tað lurta tey heldur ikki eftir.

 

– Men tá ið tað snýr seg um tunnil til Fámjins, hevur tað brádliga avgerðandi týdning at lurta eftir serfrøðini, heldur Jóanis Lisberg turrisliga fyri. Og nú stúrir hann fyri tí ringasta, tí nú er eisini krav sett fram um tunnil til Vestmanna og ímillum Gøtudal og Skálabotn, so hann stúrir fyri, at tunnilin til Fámjis fer at detta heilt niður ímillum.

 

Jóanis Lisberg sigur, at í Suðuroy er ónøgdin við samgonguna so stór, at tosað verður um at stovna ein serligan suðuroyarflokk á næsta løgtingsvali. Tað kanst tú lesa meiri um HER

 

Og borgarstjórin i Vági skilir væl, at tosað verður um at stovna nýggjan flokk. Tað kanst tú lesa HER