Hetta er ikki tað býttasta sum vit hava gjørt

Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju var illa umstrídd, men tað endaði sum ein sólskinssøga, heldur Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn

– Hetta er ikki tað býttasta, vit hava gjørt.

 

Tað heldur Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn, og formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð.

 

Sáttmálin um at Fróðskaparsetrið skal leiga tríggjar hæddir í illa umstrídda Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju, varð loksins skrivaður undir herfyri. Tað hevur annar leingi ligið í kortunum, at Fróðskaparsetrið skuldi leiga tríggjar hæddir í Sjóvinnuhúsinum men tað hevur drigið út at fingið sáttmálan skrivaðan undir.

 

Men formaðurin í Vinnunevndini sigur, at nú sáttmálin loksins er skrivaður undir, er alt Sjóvinnuhúsið sum tað er, útleigað

 

Fróðskaparsetrið fer nú at innrætta tær tríggjar hæddirnar til sín tørv, og umframt tað, er Hugskotið, sum er ein ráðgeving til íverksetarar, eisini í Sjóvinnuhúsinum. Harafturat fáa bæði Klippfisk og nýstovnaða, Filmshúsið, innivist í húsinum, umframt at nakrar vinnuligar fyritøkur eisini hava leigað sær høli í Sjóvinnuhúsinum.

 

Og Bogi Andreasen sigur, at tey fáa javnan fyrispurningar frá fyritøkum, sum hava hug at fáa húsarúmd har.

 

Tað var ógvuliga umstrídd tá ið Tórshavnar Býráð keypti Sjóvinnuhúsið og gjørdi tað ístand fyri einar 100 milliónir.

 

Tað gekk eisini illa hjá Býráðnum at finna útav, hvat húsið skuldi brúkast til yvirhøvur og tað gekk eisini strilti at fáa nakran at leiga høli í húsinum.

 

Men Bogi Andreasen sigur, at nú avtornar, er hann vælnøgdur við úrslitið og nú kallar hann Sjóvinnuhúsið fyri eina sólskinssøgu.

 

– Hetta er ikki tað býttasta, Tórshavnar Býráð hevur staðið fyri, heldur hann fyri.

 

Afturvendandi trupulleikin í Havn er parkeringsviðurskiftini, men hann sigur, at tað eru eini 200 parkeringspláss við Sjóvinnuhúsið. Men verður tað ein trupulleiki, ber eisini til at leggja dekk í, so at talið á parkeringsplássum at kalla tvífaldast.

 

Hann leggur afturat, at nú Sjóvinnuhúsið er avgreitt, verður eisini farið eftir risastóra bygninginum hjá gamla Bacalao, har einir 7000 fermetrar eru.

 

Øll veghæddin verður brúkt til fiskavirki, men Bogi Andreasen sigur, at tey fáa nógvar fyrispurningar um at leiga høli har, oftast til goymslu av ymsum slagi.