TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við hjálparvenjaran hjá EB/Streymi, Teitur Joensen, aftaná 0-3 tapið hjá EB/Streymi ímóti TB við Margáir í Streymnesi í dag.
Teitur ásannar, at hetta er ikki nóg gott hjá EB/Streymi, og hann og høvuðsvenjarin, Eliesar Poulsen hava nógv at bøta um komandi vikurnar.