- Tá val er útskrivað, er týdningarmikið, at man ber seg rætt at. Tað er óvirðiligt, at valstríðið verður ført í løgtinginum, tá val er útskrivað. Tí er tað, eg havi fund við flokkarnar, at vita um vit kunnu semjast um hvussu vit virðiliga, best og so skjótt sum gjørligt kunnu avgreiða tey mál, ið eru neyðug at avgreiða.
Tað segði Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, við Hilmar Jan Hansen í útvarpstíðindunum á Rás 2 í dag, um avgerðina at hava fund við politisku formenninar á tingi í dag.
Jógvan á Lakjuni vísir á, at tað ikki er óvanligt, at mál verða viðgjørd aftaná, at val er útskrivað.
- Hetta er ikki nakað nýtt. Tað er vanligt, tá tað er uppá hendan máta. Um eitt val verður útskrivað, men man verður noyddur at gera okkurt, so hevur tað verið vanligt. Til dømis minnist eg í 2003, tá Anfinn Kallsberg skrivaði val út í desember mánaða, men fíggjarlógin ikki varð samtykt, so hevði man kortini fund, har man gjøgnumførdi eina fyribils fíggjarlógin, og tað varð gjørt uttan tað stóra orðaskiftið.
Trýst á pílin undir myndini ovast í greinini fyri at hoyra alla samrøðuna.