- Hetta er ikki í lagi sum Páll ger

- Tað er als ikki í lagi, tá ið samgongufólk leggja slík uppskot fram av sínum eintingum, sigur Kristina Háfoss á tingsins røðarapalli

- Tað er als ikki í lagi, tá ið samgongufólk leggja slík uppskot fram av sínum eintingum, sigur Kristina Háfoss á tingsins røðarapalli

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna langar út eftir tingformanninum, Pálli á Reynatúgvu, nú pensjónsnýskipanin er til viðgerðar í Løgtinginum í dag. Tí fyrr í dag legði Páll á Reynatúgvu fram broytingaruppskot av sínum eintingum, um at pensjónsaldurin ikki hækkar.

 

 

 

- Um so er, at hetta uppskotið verður samtykt, so verður eingin pensjónsnýskipan, tí so verður uppskotið tikið aftur, sigur Kristina Háfoss.

 

 

 

Les eisini: Páll blakað bumbu í pensjónsnýskipanina 

 

 

 

Hon staðfestir, at tað eftir hennara tykki als ikki er í lagi, at samgongufólk av sínum eintingum leggja slík uppskot fram.

 

 

 

- Vit hava havt drúgvar samráðingar um, hvussu pensjónsnýskipanin skal snikkast saman, og nú hava øll givið seg eitt sindur, so vit kunnu møtast á miðjuni. Vit hava eisini gjørt avtalu við ein andstøðuflokk, so tað er als ikki í lagi at samgongufólk leypa frá, sigur Kristina Háfoss á tingsins røðarapalli í dag.

 


Seinni í dag skal løgtingið atkvøða um tey mál, sum eru partur av pensjónsnýskipanini og harvið eisini um broytingaruppskotið hjá Pálli á Reynatúgvu.