Hetta er ikki eitt partapolitiskt mál

Politiskt kjak verður um fátækadømi í Miðlahúsinum í annaðkvøld. Barbara Holm greiðir nærri frá.

Síðani sjónvarpssendingin "Við hjálp frá góðum fólki" var í Sjónvarpinum fyri skjótt tveimum vikum síðani, eru livikor og umstøður hjá børnum í Føroyum rættiliga komin undir sjóneykuna.

 

Miðlahúsið hevur tikið stig til átakið "Meðan vit bíða", sum verður fyriskipað í samstarvi við "Í menniskjum góður tokki", ið tekur ímóti og umsitur teir pengar, ið verða innsavnaðir.

 

Millum annað skulu sjey fólk næstu 10 dagarnar savna pengar inn til átakið, men eisini annað er á skránni, og eitt av tiltøkunum er ein politiskur kjakfundur, sum verður í Miðlahúsinum í annaðkvøld klokkan átta.

Barbara Holm frá Miðlahúsinum greiðir her frá um fundin. Allir flokkar luttaka á fundinum, meðan Øssur Winthereig verður orðstýrari.