Hetta er ikki ein uppgáva fyri okkum

Í Sunda kommunu vilja tey ikki ganga eini umsókn frá Heilbrigdinum á Velbastað, á møti

Avvenjingarstovnurin, Heilbrigdi á Velbastað arbeiðir við at stovna eitt serligt tilboð til misbrúkarar, sum hava verið til viðgerar. Í hesum sambandi er ætlanin at fáa eitt hús, tey kalla eitt ávegishús, sum skal vera ein millumstøð, hjá misbrúkarum ímillum viðgerarstovnin á Velbastað og eitt vanligt lív. Hetta er eitt slag av fyribilsbústaði har tey eru saman við øðrum misnýtarum til tey hava f fótað sær aftur og fáa sín egna bústað.

 

Í hesum sambandi hevur Heilbrigdi søkt kommunurnar um fíggjarligan stuðul og ætlanin er, at kommunurnar skulu stuðla eftir fólkatalinum. Tey á Heilbrigdi siga, at eru ikki allar kommunurnar við, verður tað tilsvarandi dýrari hjá teimum, sum eru við.

 

Ætlanin er, at húsið skal vera í Havn. Men tað er longu nú greitt, at allar kommunur verða ikki við. Ein av teimum, sum ikki verður við í ætlanini, er Sunda Kommuna. Verða allar kommunurnar við, hevði parturin hjá Sunda Kommunu verið góðar 35.000 krónur.

 

Men í Sunda Kommunu halda tey ikki, at hetta er ein kommunal uppgáva og sostatt mæla bæði Trivnaðarnevndin og Fíggjarnevndin í Sunda Kommunu, frá at stuðla ætlanini. Tað er býráðið, sum hevur evsta orðið, men tá ið tvær býráðsnevndir mæla frá, er tað at kalla óhugsandi, at umsóknin verður gingin á møti.