Mikladalur: Klokkan er farin beint av 2 henda mikudagin í farnu viku, og Aslaug er so smátt farin at gera ein drekkamunn kláran til yngstu dóttrina, Bjørg.
Bjørg gongur í 4. flokki í Mikladals skúla, ið liggur beint hinumegin ánna. Fyri hana er skúladagurin brátt at enda komin, og tá er gott at vita, at hon hevur eina heimagangandi mammu.
Møðgurnar báðar eru einsamallar í húsi í dag: Maðurin er við skipi, og hini trý eldru systkini eru øll undir útbúgving í Klaksvík.
Nú kemur Bjørg rennandi so findarglað úr skúlanum. Hetta verður ein góður dagur: Fyrr um dagin høvdu tey vitjan av umboðum fyri tíðindatænastuna, og nú hittir hon tey aftur heima við hús. Og um eina løtu liggur leiðin til Klaksvíkar við Sam.
- Ja, næmingarnir eru hvønn hósdag í Klaksvík í skúla, og tí sleppa vit okkum bara avstað longu í dag. So kann Bjørg sleppa í svimjihøllina eina løtu, meðan eg geri nøkur ørindi í býnum. Og síðani fara vit norður til mammu, har vit yvirnátta.
- So tað er í fínasta slag at kunna kombinera tað heila soleiðis, sigur Aslaug sum er ættað úr Norðdepli, men hevur búð her í Mikladali síðani 1987, tá hon giftist Markusi.
Aslaug er heimaarbeiðandi húsmóðir, men hevur ávísar uppgávur at røkja: Hon vaskar skúlan í bygdini, hevur ábyrgd av bingjuplássinum og ansar egnum seyði og seyði hjá øðrum.
Átta ferðir
Hóast hon er ættað norðanfyri tunlarnar á Borðoynni, hevur hon trivist væl her í Mikladali, næstnorðastu bygdini á Kalsoynni.
- Tað eru tey sum halda, at Kalsoyggin er ein útoyggj. Eg havi búð her í mong ár, men havi ongatíð hugsað nakað serligt um, at hetta er ein útoyggj, ella at tað er trupult ella ógjørligt at búgva her, vísir hon á.
Tað var kanska meiri aktuelt fyrr í tíðini, tá Barsskor var álitið hjá kalsoyingum. Í dag tosar eingin um farleiðina sum ein trupulleika. Sam siglir upp í átta ferðir um dagin úr Klaksvík, bæði tíðliga og seint, eins og vegasambandið av Syðradali og norður til Trøllanesar er gott.
Nú kunnu fólk hava bilin standandi í túninum; tey kunnu luttaka við ymiskt frítíðarvirksemi í Klaksvík; tey kunnu sleppa til føðingardagar, kristiligar fundir, kvøldskúla, sjónleik og ítrótt á meginøkinum, og kunnu sleppa til hús aftur um kvøldið.
- Nei, vit hava so einki at klaga um í hesum sambandi, staðfestir Aslaug.
Ganga í tunli
Aslaug í Norðnástovu hevur búð her í Mikladali í nærum fjórðings øld, og hevur dámað væl her.
- Jú, mær dámar væl her norðuri. Eg kundi sjálvandi ynskt mær, at tað vóru fleiri yngri fólk í bygdini.
- Og skal eg vera heilt erlig, so er tað uppá ein máta einsligt her norðuri, men vit trívast kortini, slær hon fast.
- Eg hugsi serliga um dóttrina, Bjørg, sum er einasta barn í skúlanum.
Tær báðar plaga at ganga túrar um kvøldarnar, ofta saman við øðrum. Tær koyra niðan til munnan á Trøllanes-tunlinum og ganga so til hin endan og aftur. Tað góða er, at her inni kunnu tær ganga, óansæð um vindur og regn leika í uttanfyri.
- Tað kemur næstan ikki fyri, at vit møta nøkrum bili, slær Aslaug fast.
Bestilla
Er tað nakað sum Aslaug saknar í bygdini, so er tað ein matvøruhandil.
Av hesi orsøk er neyðugt hjá bygdarfólkinum at bíleggja vørurnar úr Klaksvík ella sjálvi fara hagar til handils.
- Skipanin er bara góð. Vit ringja til Inn-handilin í Klaksvík og bestilla vørurnar, og so hava vit tær her dagin eftir. Vørurnar verða koyrdar úr tríggjar ferðir um vikuna, og hann sum koyrir vørubilin er so óførur, at hann setur vøruna inn í gongina.
- Í morgun kom hann við kraftfóðuri til seyðin.
snorri@sosialurin.fo
fyri seg
Heimabakað er best
Í bygdarskúlanum eru sjey næmingar, harav fimm teirra eru gentur. Av tí at hini eru úr grannabygdini fyri norðan, er Bjørg rættiliga ofta har norðuri og spælir, ella tey kom higar at spæla - kanska eisini beinleiðis úr skúlanum.
Systkin hennara koma javnan norður um vikuskiftini, og tá dámar Aslaug væl at forkela tey eitt sindur. - So koma tey altíð aftur, sum hon sigur.
Um vikuskiftini plaga tey at gera okkurt saman. Seinasta vikuskifti gjørdu tey garnatálg, og til aðrar tíðir er bakstur á skránni.
- Eg fekk ein miksara frá soninum, og hann brúki eg altíð tá eg skal baka breyð. Eg veit ikki rættiliga, men síðani tá hava tey ikki viljað havt keypt breyð, men bert tey sum eg sjálv havi bakað, sigur Aslaug við einum brosi.
fyri seg
18 kvinnur í einum ringi
Á eini oyggj við so fáum íbúgvum, er ikki so nógv at fara til. Men kortini finst eitt og annað, sum kann savna fólk.
Í Kalsoynni finst ein sjómanskvinnuringur, har kvinnurnar koma saman at hugna sær og binda til jólagávurnar, sum verða sendar sjófólkinum.
Hesir fundir verða her hildnir eina ferð um mánaðin, uppá skift millum heimini.
- Seinasta mánakvøld vóru vit heimi hjá Doru (Joensen) á Húsum, og tá vóru vit 18 kvinnur samlaðar. Onkur eldri kona kundi ikki koma, orsakað av kavanum, sigur Aslaug sum sjálv er sjómanskona.
Tað er tær báðar, Dora og Bodil Olsen sum skiftast um at hýsa kvinnunum, meðan tær skiftast um at baka.
- Jú, hetta eru góðar og hugnaligar løtur.
fyri seg
citat
“Eg kundi sjálvandi ynskt mær, at tað vóru fleiri yngri fólk í bygdini. Og skal eg vera heilt erlig, so er tað uppá ein máta einsligt her norðuri, men vit trívast kortini
“Vit ringja til Inn-handilin í Klaksvík og bestilla vørurnar, og so hava vit tær her dagin eftir
“Seinasta mánakvøld vóru vit heimi hjá Doru á Húsum, og tá vóru vit 18 kvinnur samlaðar
myndir