– Hetta er ikki búgvið til at taka støðu til og tí verður tað útsett.
Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.
Sum vit skrivaðu í gjár, arbeiðir Tórshavnar Býráð við eini ætlan um at skipa ein útbúgving til heilsuhjálpara og heilsurøktara í Havn, sum so skal koma afturat skúlanum, sum longu er í Suðuroy.
Og málið var komið so mikið langt, at bæði umsitingin í býráðnum, og eldranevndin hjá býráðnum, mæltu býráðslimum til at samtykkja at heita á landsstýrið um at skipa eina slíka heilsuútbúgving í Havn.
Les meiri um tað her: Tað er ov strævið at fara til Suðuroyar
Men nú sigur Annika Olsen, at málið kemur ikki til viðgerar í býráðnum kortini.
Hon sigur í eini stuttari viðmerking, at málið er ikki búgvið til at taka støðu til og tískil fer hon at heita á býráðið um at taka málið av skrá, so at tað ikki kemur til viðgerar nú.
Hon sigur, at málið er ikki búgvið at taka støðu til, tí tað skal lýsast betur. Men akkurát hvørjir upplýsingar tað eru, sum mangla, fær hon ikki sagt nakað um, sigur hon.
Men merkir tað so, at tit framvegis halda, at tað er rætt at skipa eina slíka útbúgving í Havn, men at málið bara er útsett?
– Vit mugu ásanna, at tað er ringt at fáa útbúgvið starvsfólk til eldraøkið, og tað er ein avbjóðing, vit mugu taka í álvara, sigur hon.
Spurningurin er so, hvørja støðu vit hava, og hvør loysn verður vald, men tað verður so ikki enn, at málið verður búgvið at taka støðu til, sigur Annika Olsen í eini stuttari viðmerking.
Og av tí, at málið skal viðgerast nágreiniligari, vil hon heldur ikki meta um, antin úrslitið framvegis verður, at Tórshavnar Býráð heldur fast við ynskið um at skipa eina heilsuútbúgving í Havn, ella um tey koma til eina aðra niðurstøðu, tá ið allir upplýsingar eru fingnir til vega.










