Seinastu árini hava fleiri dømi verið um kommunur, ið selja grundstykki fyri undirprís.
Tað heldur Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarlokkin, verða skeivt, og nú vil hann hava Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í kommunumálum, at greiða frá, hvørjar reglur eru galdandi, tá ið kommunur selja grundstykki.
Heðin Mortensen, staðfestir, at tað eru kommunur, ið selja grundstykki fyri undirprís, uttan at tær yvirhøvur fyrst hava roynt at selja tey fyri tann prísin, tað kostar kommununi at útvega tey.
Hann heldur, at hetta er hvørki hvørki rætt ella heppið.
– Tað bindur nógva fíggjarorku hjá kommunum at útvega grundstykki og gera tey byggibúgvin, og loyva vit, at tey verða seld fyri undirprís er hetta tað sama sum at skattgjaldarin skal rinda fyri at nøkur kunnu fáa grundstykki, heldur hann.
– Hetta gevur enn einaferð teimum ríku kommununum kappingarfyrimunir, og teir borgarar, ið eru so hepnir at ogna sær stykkini, fáa eisini fyrimunir fram um aðrar borgarar.
– Ein kommunal útstykking kemur altíð bara einum lítlum skara v borgarum til góðar. Verða stykkini seld fyri undirprís, fáa hesir borgarar ein eyka skattafíggjaðan fyrimun fram um aðrar.
– Hetta er ikki altíð teir borgarar, ið treingja mest til, men tey, ið av tilvild standa ovast á einum bíðilista til gundstykki, ella akkurát í teirri løtuni eru klár at byggja sær hús.
Grundstykki, og bústaðarmøguleikar annars, eru ein týðandi liður í kappingini ímillum kommunurnar um at fáa fólk at flyta til.
Heðin Mortensen sigur, at tapararnir eru teir kommunalu skattaborgarar, sum, uttan at hava ynskt hetta, fíggja ein part av byggikostnaðinum hjá øðrum við skattapeningi sínum
Men hann leggur afturat, at taparar vera eisini tær kommunur, ið antin halda seg til galdandi reglur, ella eru so hart fyrispentar fíggjarliga, at tær ikki klára at kappast um nýggjar skattaborgarar á hendan hátt, sigur Heðin Mortensen.