Hesi seinastu sjey árini, frá 2011 til 2017, eru útreiðslurnar hjá kommununum kring landið hækkaðar 43 prosent og nú eru tær komnar upp á 2.393 milliónir. Tá eru útreiðslurnar til eldrarøktina ikki taldar við. Tað staðfestur Búskaparráðið í nýggju frágreiðing síni, sum varð almannakunngjørd í morgun.
Hjá Tórshavnar Kommunu, sum er í serstøðu, tí hon er nógv tannn størsta kommunan, eru útreiðslurnar hækkaðar 32 prosent síðani 2011. Í miðal hava kommunurnar sostatt havt størri útreiðsluvøkstur enn landið – men hinvegin eru útreiðslurnar hjá Tórshavnar kommunu hækkaðar eitt vet minni enn tær eru hækkaðar hjá kommununum sum heild.
At eldraøkið varð lagt út til kommunurnar, er tískil ikki einasta orsøk til stóra útreiðsluvøksturin. Hesin kommunali útreiðsluvøksturin bendir sostatt á tvørrandi fíggjarpolitiska stýring, serliga hjá kommununum, er niðurstøðan hjá Búskaparráðnum.
Ráðið staðfestur samstundis, at fíggjarstøðan hjá teimum ymisku kommununum er ymisk, men tað eru nøkur serlig viðurskifti, sum gera seg galdandi.
– Inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu eru so stórar, at kommunan kann leggja pening til síðis, men av tí sama er eisini trýst á kommununa til at gera.
Men í eini slíkari støðu kunnu íløgurnar verða tilvildarligar, tí alternativið til at gera íløgur kann vera at lata peningin fara til kommunala útjavning, har kommunur, sum ikki eru so væl fyri, fáa burtur av
Men tað merkir eisini, at íløgurnar hjá Landinum og kommununum, eru ikki samskipaðar, men avleiðingarnar av, at tað er so stórt virksemi, er, at tað er dýrt at byggja og at keypa fasta ogn – eisini hjá vinnuni. Men møguleikarnir at laga bússkapin til, uttan at fara ov harðliga til verka, eru ikki batnaðar av tí førda politikkinum.
Búskaparráðið heldur eisini, at hvørki kommunurnar, ella Landið, hava gjørt nakað munagott fyri at sleppa undan at so nógv ferð skuldi koma á byggivinnuna. Kortini eru nakrar privatar og hálvalmennar íløgur útsettar, eitt nú hjá SEV.
Kommunurnar hava ikki loyvi til at læna meiri enn tað, sum svarar til eina álíkning í skatti. Men harumframt hevur Landið ongan møguleika at ávirka avgerðir kommunana í byggimálum. Og Landið hevur heldur ongan møguleika at seta loft á íløgurnar og rakstrarútreiðslurnar hjá kommunum.
Samstundis eru nógvar kommunur smáar og alt tað er óheppið og tískil er stundin komin av hugsa um at nýskipa kommunubygnaðin, heldur Búskaparráðið.