Hetta er hent í málinum um Liljuna Weihe

Síðani november í fjør hevur stríð verið í Kringvarpinum. Her sæst ein tíðarlinja yvir gongdina í málinum.

Tað var síðst í november í fjør, at Liljan Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum fekk ætlanarskriv um uppsøgn frá Johnny í Grótinum, fyrrverandi stjóra í Kringvarpinum. Stutt eftir, at Johnny í Grótinum tók við stjórasessinum í Sortudíki 1. september í fjør, byrjaði ósemjur at stinga seg upp millum fyrrverandi stjóran og fyrrverandi tíðindaleiðaran. Málið hevur útviklað seg nógv, og her sæst ein stutt tíðarlinja, sum vísir, hvat er hent í málinum.

 

Les eisini: Kringvarpið fær málið um Liljuna aftur í høvdið

 

1. september 2017 – Johnny í Grótinum verður settur sum stjóri í KVF

 

2. oktober 2017 – Liljan Weihe, táverandi tíðindaleiðari, verður sjúkrameldað í tríggjar vikur orsaka av, at hon sjálv hevur kallað ”einari kenslu av ovurhondsstórum eftirliti og misáliti frá stjóranum”. Teir fyrstu mánaðirnar hjá nýggja stjóranum í sessinum tók stríð seg upp innanhýsis – serstakliga um sokallaða Skattamálið.

 

23. oktober 2017 – Liljan Weihe, tíðindaleiðari, kunnar stýrisformannin Rúna Heinesen um støðuna í Kringvarpinum.

 

24. november 2017 – Vikuskiftis Sosialurin ger stórt tema um støðuna við útgangsstøði í skjølum, sum Kringvarpsstýrið hevur fingið um støðuna.

 

30. november 2017 – Liljan Weihe fær ætlanarskriv um uppsøgn frá Johnny í Grótinum.

 

21. desember 2017 – Liljan Weihe verður endaliga søgd úr starvi.

 

3. januar 2018 – Liljan Weihe kærir uppsøgnina til Mentamálaráðið.

 

10. januar 2018 – Jan Lamhauge, Rólant Waag Dam og Rógvi Olavson kæra Kringvarpsstýrið til Mentamálaráðið og fáa stutt eftir kunning um, at ráðið ikki fer at viðgera kæruna, men tekur møguliga kæruna við í viðgerðina av kæruni hjá Liljuni Weihe.

 

20. apríl 2018 – Liljan Weihe fær viðhald frá Mentamálaráðnum. Uppsøgn hennara verður ógyldað, tí hóast brot verða staðfest, verður uppsøgn ikki mett at vera í samsvari við proportionalitetsprinsippið.  

 

24. mai 2018 – Liljan Weihe fær endalig boð frá Johnny í Grótinum um, at tað varð gjørt av at “flyta” Liljuna Weihe í annað starv í Kringvarpinum – eitt akademiskt starv.

 

24. mai 2018 – Sigmund Poulsen, sakførari, kærir vegna Liljan Weihe til Mentamálaráðið um avgerðina hjá Johnny í Grótinum um at flyta Liljan Weihe til akademiskt starv. Sakførarin metir, at hetta skal tulkast sum ein uppsøgn.

 

14. juni 2018 – Johnny í Grótinum fer úr starvinum sum Kringvarpsstjóri. Kári Sólstein verður settur sum fyribilsstjóri.

 

14. august 2018 – Mentamálaráðið gevur Liljan Weihe viðhald í seinnu kæruni, og sendir málið aftur til Kringvarpið.