Hetta er hent hjá Teiti

HB málverjin hevur verið í røntguni í dag, har hann fingið nágreinilig boð um, hvussu álvarsamur skaðin er.

HB málverjin Teitur Matras Gestsson noyddist av vøllinum við skaða í dystinum móti KÍ í gjár.

 

Les eisini : Teitur fær nærri boð í morgin

 

Málverjin hevur verið í røntguni í dag, hann fekk greiðari boð um skaðan.

 

-      Eg havi forstrekt eitt liðband í økslini. Tað er ivasamt, hvussu leingi tað kann taka at lekja, men tað kann samanberast við at keikja fótin. 

 

HB venjarin, Heðin Askham sigur við in.fo, at hann vónar at Teitur M. Gestsson kann spæla við fríggjakvøldið, men viðurkennir at teir mugu hava eyguni opin eftir einum avloysara, um hann ikki er førur fyri at spæla.

 

- Teitur verður kannaður av fysioterapeuti í kvøld, har hann metir um útlitini hjá Teiti fyri at spæla fríggjakvøldið. Vit vóna sjálvsagt at Teitur kann spæla, men vit hava eisini eyguni úti eftir einum avloysara, um Teitur ikki verður førur fyri at spæla.

 

HB vann dystin 2-0 móti KÍ í gjár og liggur á 2 plássið við 7 stigum. Oddalið í deildini er fyrrverandi felagið hjá Heðin Askham, NSÍ, ið hevur fult stigatal.