Hetta er heimsins besta sjónvarpsrøð

Náttúrurøðin Planet Earth 2, sum BBC hevur framleitt, verður í løtuni mett sum heimsins besta sjónvarpsrøð á filmssíðuni IMDB, sum savnar umrøður og ummæli frá høgum og lágum.

Í 2006 framleiddi BBC slóðbrótandi røðina Planet Earth, og nú tíggju ár seinni tekur nýggja røðin, Planet Earth 2, bretsk hyggjaramet og fær framúr góð ummæli allastaðni.

Dokumentarrøðin er upptikin í 40 ymiskum londum, og umvegis hugtakandi upptøkur sleppa hyggjararnir sera nær djóralívinum.

Á IMDB hava fleiri enn 20.000 brúkarar ummælt røðina og givið henni miðalskoðsmál á heili 9,7 av 10.

- Hetta er uttan iva besta náttúrudokumentar nakrantíð, og nógv talar fyri, at hetta er besta sjónvarpsrøð yvirhøvur, sigur Christopher Hooten, sum er ummælari á The Independent.