Einki var at siga til, at frøin á teimum í FC Suðuroy var stór eftir dystin ímóti HB, tí tá avtornaði, fingu teir meira burturúr, enn teir høvdu væntað og vónað:
– Vit komu higar eftir einum stigi, tí tað høvdu vit brúk fyri. Vit máttu kempað allan dystin og komu fyrst upp á 1-1 og endaðu so við at vinna 4-1. Tað er heilt ótrúligt, segði ein av málskjúttunum á suðuroyarliðnum, Jón Krosslá Poulsen, ið byrjaði frammi í álopinum, men endaði við at liggja afturi á vøllinum ta síðstu løtuna av dystinum.
– HB hevði bóltin allan fyrra hálvleik, og vit runnu bara aftan á teimum alla tíðina. Fyri okkum kom tað tí væl við, at hálvleikurin kom og at vit longu tá høvdu javnað. Vit máttu bara royna at fáa eitt skjótt mál eftir steðgin og ikki leggja okkum ov langt aftur, og tað eydnaðist tíbetur.
Samstundis sum hann var fegin um sigurin, viðgekk Jón eisini, at úrslitið kanska ikki segði alt um, hvat í veruleikanum var hent á vøllinum í Gundadali:
– Eg kann ikki siga, at úrslitið lýsir dystin, tí HB hevði alt spælið so at siga alla tíðina. Vit løgdu okkum aftur, tá eitt korter var eftir, og tá teir so eisini koyrdu sín sterkasta verjuspælara fram at vinna luftbóltarnar, bleiv uppaftur opnari í hinum endanum, so vit kundu kontra og skora tvey mál aftrat.