Hetta er harðskapur – uttan at brúka nevarnar

Kvinnur eru óttafullar, tí tær sleppa ikki til kanningar fyri bróstkrabba

- Vit hava fingið fleiri áheitanir frá kvinnum, sum stúra, tí at tær ikki sleppa til ætlaða eftirlitið fyri bróstkrabba.

 

Tað sigur Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum. Hann sigur, at kvinnur, sum eftir ætlan skuldi til kanningar, hava fingið bræv frá Landssjúkrahúsinum, at kanningin er útsett.

 

Orsøkin er, at ongin lækni er at gera kanningarnar.

 

Men annars hava kvinnurnar ikki fingið nakað at vita, boða tær frá einum Facebookbólki fyri mammografi í Føroyum.

 

Ein teirra skrivar, at hon fekk bræv frá Landssjúkrahúsinum, har hon stutt og greitt fekk at vita, at kanningin tíverri var avlýst, og at hon fór at fáa eina nýggja innkalling.

 

Og tá ið hon ringdi á Landssjúkrahúsið, fekk hon at vita, at tey vita einki og kunnu einki lova, og at fleiri kvinnur bíðaðu eftir at verða kannaðar.

 

Jákup N. Olsen heldur, at hetta er alt annað enn nøktandi kunning, og hann heldur eisini, at støðan sum heild, er alt annað enn góð.

 

- Í Krabbameinsfelagnum hava vit roynt at strongt á, men viðurskiftini eru ikki fingin í rættlag og tað er ikki nøktandi, tí nógvar kvinnur eru stúra, og eru óttafullar.

 

Sum ein teirra skrivar: …Eg má siga hetta er langt úti. Hetta er vold uttan at brúka nevarnar, bæði psykist og ikki minst fysiskt…  …Her má okkurt alvorligt henda á hesum økinum. …

 

Krabbameinsfelagið sigur, at tey hava fingið at vita, at læknin, sum gjørdi kanningarnar, er ikki í starvi longur, og at bíðað verður eftir at fáa viðurskiftini í rættlag aftur.

 

Tað hava roynt at fingið eina viðmerking frá Johnny í Grótinum, stjóra á Landssjúkrahúsinum, men hann er á fundi í løtuni.