Eftir lemjandi lúsingin í Sørvági leygardagin er tað aftur lív í tosinum um møguleikan, at Skála kann flyta niður. Skála og EB/Streymur hava sama stigatal, og tað eru fýra stig aftur til 07 Vestur. Í kvøld hittast EB/Streymur og 07 Vestur.
Harvið er tað greitt, at um tað í kvøld eydnast Skála at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti ÍF, so verður Skála væl longri frá hóttanini av niðurflyting, enn liðið er tað undan 23. umfari.
Í veruleikanum rokna bæði fuglfirðingar og øll onnur við, at ÍF longu er flutt niður. Um tað ikki eydnast ÍF at vinna stig í oyggjauppgerðini á Skála, so verður niðurflytingin staðfest.
-Vit vóru ikki nóg avgjørdir í verjupartinum í Sørvági. Tá vóru vit ikki fokuseraðir alla tíðina, og tað kostaði fyrsta korterið trý mál í teimum fýra støðunum, sum vóru í okkara brotsteigi hesa løtuna. Í kvøld ætla vit okkum, at liðið skal rigga sum ein eind, sigur Skála venjarin Pauli Poulsen.
Fýra tær seinastu ferðirnar hevur tað ikki eydnast Skála at vinna fulla úrtøku á heimavølli. Harvið eru tað tríggir mánaðir, síðani Skála vann á heimavølli.
Víkingur og KÍ eru farin av Skála við 2-1 sigrum, 07 Vestur vann 1-0 á Skála, og tað endaði 1-1, tá ið EB/Streymur var á Skála. Síðsti Skála sigurin á heimavølli var 23. juni, tá ið NSÍ fór til hús við 2-1 tapi.