Hetta er ógvuliga keðiligt

– Vit hava eina avtalu, og hon er ikki til at vika, sigur Marin Katrina Frýdal

 

Hetta er ómetaliga keðiligt, men hetta fáa vit ikki gjørt nakað við.

Tað sigur Marin Katrina Frýdal afturvaldur býráðslimur í Havn.

 

Hon heldur, at tað er ein hátíðarløta, tá ið eitt nývalt býráð verður skipað, men í hesum føri verður so neyðugt at kalla varafólk á fund, tí at tann eini býráðslimurin hjá Tjóðveldi, Jákup Dam, fer uttanlands triðja jóladag og fær sostatt ikki verið við.

 

Annars hevur hon ongar viðmerkingar til tað, vit greiddu fra í áðni um, at Heðin Mortensen hevur bjóðað Gunvør Balle borgarstjórasessin og um royndirnar hjá honum at seta kílar í ætlaðu samgonguna ímillum Tjóðveldi, Fólkaflokkin og Framsókn.

 

 

Les eisini: Heðin bjóðar Gunvør borgarstjórasessin

 

 

Tað einasta, Marin Katrina Frýdal vil siga, er, at tey hava eina greiða avtalu við Fòlkaflokkin og Framsókn um, hvussu nývalda býráðið skal skipast, og tað er ein avtala, ið ikki stendur til at vika.

 

Tvørtur ímóti er hon ógvuliga spent upp á at fara til verka í einum býráði, har átta av 13 býráðslimum eru kvinnur, og har bæði borgarstjórin, og varaborgarstjórin eru kvinnur.

 

– Tað eru av sonnum nýggjar tíðir í Tórshavnar Býráði, leggur hon afturat.

 

Annars hava vit roynt í fleiri dagar at fáa orðið á Gunvør Balle, sum er fyrst valdur býráðslimur hjá Tjóðveldi, og Anniku Olsen, sum verður nýggjur borgarstjóri, men tær fáast ikki at taka telefonina.