Norðuri við Hálsavøtn millum Skopun og Sand - í Vatnabyrgi, tey rópa - eru menn farnir at laða rættina og frágarðin uppaftur. Tað eru húsavíkingarnir, Jens Pauli Dam og Regin Sørensen, sum eru farnir undir hetta arbeiðið.
Tað vita tey á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu at siga í dag. Lagt verður aftrat, at tað er stórt fagurfrøðiligt og søguligt virði í grótgørðunum og rættunum í Føroyum. Tí er eisini at fegnast um, at tað eru menn, sum hava evnini og áhugan at halda hesi viðlíka.
- Jens Pauli Dam hevur víst vegin í fleiri áratíggju viđ sínum eldhuga, og hann hevur laðað mangan garðin og mangt gróthúsið uppaftur. Rættin í Vatnabyrgi er elligomul, og hon var brúkt til fyrst í 1980-unum. Rættin liggur í Fjallshaga, Norðara parti.
Tá umboð fyri Sands kommunu vitjaði Jens Paula Dam og Regin Sørensen í Vatnabyrgi, hildu teir báðir skemtiliga fyri, at slíkt er gott pensjónistaarbeiði. Hegnismonnunum verður ynskt góðan arbeiðshug, og lagt verður aftrat, at tað verður hugaligt at fylgja gongdini.