Hetta er góð tíðindi til Suðuroyingar

Nú liggur nokk so fast, akkurát nær Herjólfur verður settur í sigling upp á Suðuroynna

Nú hevur tað loksins eydnast at manna Herjólf 3, sum skal setast í sigling ímillum Suðuroynna og Havnina fyri at avlasta Smyril, serliga í samband við farmaflutning.  Strandferðslan hevur lýst eftir manning, men tað eydnaðist ikki at fáa umsøkjarar til maskinrúmið. Síðani søkti Strandferðslan aftur eftier maskinmeistarum og umsóknarfreistin var úti fríggjadagin.

 

Og Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri, sigur, at nú hilnaðist betur, tí nú hava tey fingið fleiri umsóknir. Hann sigur, at skiparar og stýrimenn eru longu settir, men hesa vikuna verða so setanarsamrøður, so at dekkarar og maskinmeistarar kunnu verða settir og sostatt, at Herjólfur verður fullmannaður. Sostatt vónar virkandi stjórin, at tað fer at manna størvini, umsøkararnir eru sjálvandi skikkaðir til størvini, so vónin er at teir ikki taka við øðrum størvum hesa tíðina.

 

Jóhan Petur Abrahamsen sigur, at Herjólfur fer úr dokkini fyrsta dagin og so skal bjargingarútgerðin roynast. Tað tekur tríggjar dagar at pakka hana saman aftur, og skuldi verið klárt at sett Herjólf í sigling um ólavsøkuna. Kanska verður tað ikki fyrr enn beint eftir ólavsøku, at hann verður settur í sigling, tí um tjóðarhátíðina liggur alt virksemi mestsum stilt kortini.

 

Herjólfur fer at sigla ein túr um dagin, hann siglur av Havnini fyrrapartar og úr Suðuroy aftur seinnapartar, ella um kvøldið. Endaliga ferðaætlanin er ikki løgd enn, tí hon er send vinnulívinum, og øðrum pørtum, sum hava áhuga í henni, til hoyringar. Jóhan Petur Abrahamsen sigur, at ætlanin er at leggja ferðaætlanina soleiðis at vinnulívið fær sum mest gagn av henni, eitt nú soleiðis, at tey fáa arbeitt heilar dagar.