Hann vísti á, at tað vóru umstøðurnar, sum gjørdu tað møguligt.
– Eg spældi jú í Tórshøll, og eg veit ikki ordiliga. Eg ferðaðist niður til Danmarkar og spældi har eitt sindur í 1956, segði hann.
Og meðan hann soleiðis var í Kjøpinhavn, fekk hann eitt bræv.
– Ja tá skrivaði man brøv… Tað var Conny, sum skrivaði, at hon var upp á vegin. Og tá var bara eitt at gera, at fara heim at giftast, segði hann.
Hann greiddi frá, at hann ferðaðist heim saman við Birna, sum helst er svágurin, Birni Dam, sum millum annað gjørdi Rasmus og Eitt sunnuvkøld í plantasjuni.
– Útvarpið var akkurát byrjað, greiddi hann frá.
– Eg fór at samla stoff til útvarpið. Eg lokkaði Agga og Leivur at finna stoff til eina útvarpssending. Tá eg hevði fingið nóg mikið, fór eg oman í útvarpið og snakkaði við Axel Tórgarð, um tað ikki var eitt hugskot at senda okkurt føroyskt.
Tað helt Axel.
Og tann 9. mars 1957 – samstundi sum Simme og Conny giftust í Havnar kirkju, var fyrsta sendingin send í Útvarpinum.
– So eg hoyrdi ikki sendingina, greiddi Simme frá.
Hann vísti eisini á, at tað var ikki so lætt at fáa arbeiði um hetta mundið, so hann fór at undirvísa í tónleiki.
– So eg fór at undirvísa í tónleiki. Eg fekk næmingar í klaveri, trummum og gittara. Um hetta mundið byrjaði populertónleikurin rættiliga, so eg fór at selja gittarar, og tað vísti seg at ganga væl. Onkur spurdi meg, hví eg ikki bara seldi gittarar, tá eg undirvísti í gittarspæli.
– Eg bestiliti nakrar gittarar, og tað vísti seg at vera ein øgiligur eftirspurningur.
Simme fekk eisni fatur á øðrum ljóðførum. Á Læraraskúlanum varð nógv undirvíst í violin, tí lærarar skuldu hava eitt ljóðføri.
Hann fekk fatur á bíligum gittarum og violinum úr Tjekkoslovakia.
– Eg minnist, at gittararnir kostaðu 77 krónur, greiddi hann frá.
Simme lat upp handilin Simme Musikkhjús í juli í 1959. Hann minnist, at fysta dagin seldi hann ein gittarposa og eitt sett av streingjum – áðrenn hann takkaði fyri heiðurin.
– Hetta hevði eg ikki væntað – tá…
@font-face { font-family: Cambria; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }p.MsoListParagraph, li.MsoListParagraph, div.MsoListParagraph { margin: 0cm 0cm 0.0001pt 36pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }p.MsoListParagraphCxSpFirst, li.MsoListParagraphCxSpFirst, div.MsoListParagraphCxSpFirst { margin: 0cm 0cm 0.0001pt 36pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }p.MsoListParagraphCxSpMiddle, li.MsoListParagraphCxSpMiddle, div.MsoListParagraphCxSpMiddle { margin: 0cm 0cm 0.0001pt 36pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }p.MsoListParagraphCxSpLast, li.MsoListParagraphCxSpLast, div.MsoListParagraphCxSpLast { margin: 0cm 0cm 0.0001pt 36pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }div.Section1 { }